Føroysk málgransking í altjóða tíðarriti
Í komandi útgávuni av International Journal of Multilingualism hevur mál- og samfelagsfrøðingurin, Karin Jóhanna L. Knudsen, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, eina grein.
Greinin, Language use and linguistic nationalism in the Faroe Islands, viðger føroyskan málpolitikk og málnýtslu. Greinin tekur støði í arbeiðinum hjá Málstevnunevndini, sum landstýrið gjørdi av at seta í 2005, og granskingarúrslitum frá egnari kanning av málnýtslu og hugburði hjá føroyskum ungdómi til føroyskt, danskt og enskt. Í greinini verður spurt um núverandi málpolitikkurin hjá føroysku myndugleikunum er ein gongd leið at varðveita og verja føroyskt sum eitt livandi mál. Granskingarúrslitini benda á eina grundleggjandi konflikt ímillum eina puristiska rørslu, ið vil stýra føroyskum, og einum gerandisdegi, sum førkar seg ímóti trímæli. Kanningin vísir, at hóast ein býr í fjarskotnum og málsliga rættiliga homogenum økjum, sum til dømis í Føroyum, er fleirmæli neyðugt.
International Journal of Multilingualism er eitt leiðandi tvørvísindaligt tíðarrit innan samfelagsmálfrøði og fleirmælisgransking (multilingualismu). Greinin er tøk á hesari leinkju: http://www.informaworld.com/smpp/title~content=g908683720~db=all