COST Fundur 2.6.2022
Skriva út
Lagt út: 10.06.2022

Føroysk luttøka í COST til umrøðu

Stjórin fyri COST var í Føroyum 2. juni fyri at kunna um COST netverk. Í hesum sambandi var fundur í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, har tættari samstarv og føroysk luttøka í COST samstarvinum varð umrødd.

Stjórin fyri COST, dr. Ronald de Bruin, var positivur og væntar, at londini, sum luttaka í COST samstarvinum, fara at verða sinnaði at játtað umsókn úr Føroyum um at víðka samstarvið til eisini at fevna um Føroyar. Miðjað verður eftir at fáa Føroyar við í COST samstarvið í bólkinum Near Neighbour Country.

Fáa Føroyar avtalu við COST, verður møguligt hjá føroyingum at fáa fígging til luttøkuna í COST netverkum. Miðjað verður eftir avtalu frá ársskiftinum. Føroyskir luttakarar hava í verandi løtu atgongd til øll COST netverkini við egnari fígging.

COST stendur fyri European Cooperation in Science and Technology. COST var sett á stovn í 1970 og er tí væl eldri enn stuðulsgrunnarnir hjá ES-nevndini, sum t.d. Horizon Europe, men COST netverk slóða fyri og skapa góðar umsóknir um stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Føroyar fingu atlimaskap í Horizon Europe tann 24. mai. Tað er atlimaskapurin í Horizon Europe, sum gevur Føroyum atgongd til COST samstarvið.

Sí eisini tíðindi um kunningarfundin