Skriva út
Lagt út: 02.05.2011

Føroysk luttøka á stórari ráðstevnu

Í døgunum 3. - 6. mai verður stór ráðstevna í Keypmannahavn undir heitinum The Artic as a Messenger for Global Processes - Climate Change and Pollution.

Ráðstevnan vendir sær til ein breiðan skara av fólki: Til granskarar og granskaralesandi, politikarar og embætisfólk, heilsustarvsfólk, upprunafólk, vinnufólk og fólk frá ymsum áhugafelagsskapum.

Tveir føroyskir garnskarar eru millum key-note speakers á ráðstevnuni. 4. mai heldur Pál Weihe fyrilestur við heitinum "The impact of global pollution on human health in the Arctic" og 5. mai heldur Bogi Hansen fyrilestur  við heitinum "Is the oceanic heat transport towards the Arctic changing?". Aðrir føroyskir granskarar luttaka á ráðstevnuni við postarum og sum áhoyrarar,

Tað er AMAP ( Artic Monitoring and Assessment Programme), sum skipar fyri ráðstevnuni saman við Universitetunum í Keypmannahavn og Århus.

Skráin fyri ráðstevnuna, luttakaralisti og samandráttir kunnu takast niður her