4ab02fd3c155b473ca42703a23d902f2.jpg
Skriva út
Lagt út: 17.12.2009

Føroysk havgransking á videnskab.dk


Eftir fýra minuttum hevur ein nøgd, svarandi til árligu nýtsluna av vatni í Danmark, runnið ígjøgnum eina smala veit vestanfyri Føroyar. Nakað soleiðis byrjar videnskab.dk eina grein við yvirskriftini “Tvivl om havstrømmene ved Færøerne”, har Bogi Hansen, havgranskari á Havstovuni, og Steffen Malskær Olsen, havgranskari á DMI vísa á, at nýggjastu kanningarnar ikki vísa eina minking í hesum djúphavsrákinum.

Føroyskir og danskir granskarar hava teknað eina meira fjøltáttaða mynd av havstreymunum vestan fyri Føroyar, enn vit høvdu áður. Hildið var nevniliga, at mátingarnar vístu eina minking av havstreymunum. Nýggjastu úrslitini geva tó ikki grundarlag fyri at halda fast við hesa fatan.

Hóast flestu granskarar eru samdir um nýggjastu metingarnar, so verður Bogi Hansen, endurgivin fyri at siga, at vit ikki av hesi grund kunnu sleppa spurningin um havstreymarnar í samband við kjakið um veðurlagsbroytingarnar, tí tað er bert ein partur av kalda sjógvum, ið kemur frá norðuratlantiska økinum. Restin stavar frá Labradorhavinum, sum verður mett at vera meira viðkvæmt; og hartil er hetta rákið vorðið veikari.

Les greinina á videnskab.dk her.