adfba0d5a9439e48d50d89c9a11db021.JPG
Skriva út
Lagt út: 19.04.2012

Føroysk gransking við í Horizon 2020

Fundur var í Mentamálaráðnum 17. apríl um granskingarsamstarvið við ES. Greiða støðan hjá fundarluttakarunum var, at vit mugu halda fram í nýggju skránni Horizon 2020, sum byrjar 1. januar 2014.

Granskingarráðið skipaði eftir avtalu við Mentamálaráðið fyri kjakfundi fyri innboðnum um granskingarsáttmálanum við ES, sum gevur Føroyum atgongd til at luttaka í FP7. Endamálið var at umrøða ítøkiligu royndirnar hjá stovnum og virkjum higartil og fáa gjørt nakrar metingar av útlitunum komandi tíðina og uppá longri sikt.

Á fundinum vóru umframt Bjørn Kalsø, landsstýrismann, og embætisfólk úr Mentamálaráðnum, stovns- og virkisleiðarar við FP7 royndum og NCP umboðini, sum dagliga arbeiða við hesum samstarvinum.

Royndirnar higartil minst líka góðar sum vónað
Tað eru sløk tvey ár síðani, at vit formliga skrivaðu undir avtalu við ES um atlimaskap til granskingarskránna FP7. Tá varð mett, at tað fór at taka nakað av tíð, áðrenn vit av álvara fingu fulla nyttu av skipanini. Nú ber til at staðfesta, at vit longu hava roynt okkum á fleiri økjum og hava fingið virðismiklar royndir og heilt góða fíggjarliga úrtøku.

Á fundinum kundi Annika Sølvará stjóri í Granskingarráðnum vísa á, at av teimum 18 umsóknunum, sum eru svaraðar, hava vit fingið játtan til 12, í alt 11,9 mió. kr. Harafturat eru góðar vónir um aðrar umsóknir, sum verða viðgjørdar í løtuni.

Fundarluttakararnir vóru á einum máli um, at tað eru fleiri møguleikar at troyta í skipanini, og ætlanir eru um fleiri umsóknir komandi árið. Tað er serliga innan økini 2. Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og bio-tøkni og 6. Umhvørvi og veðurlagsbroytingar, at vit hava roynst væl. Nú eru tó eisini umsóknir innan aðrar partar av stóru skránni.

Noyðast at vera við í altjóða samstarvi
Umframt fíggjarligu møguleikarnar í granskingarsamstarvinum, varð víst á stóra týdningin av altjóða granskingarsamstarvi, fyri at vit yvirhøvur skulu kunna hava líkinda gransking í Føroyum.
M.a. vísti Eilif Gaard stjóri á Havstovuni á drúgvu royndirnar, sum stovnurin hevur við ES-granskingarsamstarvi síðani 1990ini, og staðfesti, at Havstovan ikki hevði verið tann altjóða viðurkendi granskingarstovnur, sum hann er í dag, uttan hetta samstarvið. Eitt eru pengarnir, annað er tað stóra og týdningarmikla netverkið og viðurkenningin, sum eisini liggur í altjóða samstarvinum. Hann metti, at tað hevði verið ein vanlukka, um ES-granskingarsamstarvið fall burtur.

Pál Weihe leiðari fyri Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu helt, at vit mugu halda áfram við samstarvinum, tí annars kunnu vit ikki brúka okkara tilfeingi optimalt. Altjóða granskingarsamstarv er ein fortreyt fyri, at vit kunnu liva væl í Føroyum. Ein av stóru vinningunum við slíkum samstarvi er, at vit noyðast at gera okkara allarbesta fyri at kunna vera við, og tað er við til at hækka munandi um granskingarstigið í landinum.

Lis Mortensen deildarleiðari á Jarðfeingi vísti á fjøltáttaðu nyttuna av granskingarnetverkum, fyri føroyska granskingarumhvørvið, fyri gransking yvirhøvur og t.d.eisini fyri at kunna kveikja ungdómin fyri vísindum.
 
Ólavur Gregersen stjóri fyri Syntesa helt, at spurningurin, sum vit mugu seta okkum, er, um vit yvirhøvur kunnu standa uttanfyri hetta samstarvið? Hava vit í Føroyum tann førleika, sum skal til, fyri sjálvi at lyfta og loysa stóru avbjóðingarnar samfelagið stendur fyri?

Fyri fundarluttakararnar var svarið púra greitt: Vit mugu eins og øll hini londini í Evropa vera við í framhaldandi granskingarsamstarvinum í Horizon 2020.

Tekniskar forðingar væntandi loystar
Herfyri kom fram, at soleiðis sum uppskotið til reglugerð fyri Horizon 2020 er orðað, fer ikki at bera til hjá Føroyum at sleppa at halda fram í samstarvinum. Síðani trupulleikin varð staðfestur, hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa broytt hesar orðingar, so tað ikki eru nakrar lógarforðingar fyri at koma við í Horizon 2020. Enn er málið ikki endaliga avgreitt, men útlitini fyri, at tað fer at eydnast at fáa ítøkiligu forðingarnar burtur, eru góð. Roknað verður við, at hesin spurningurin er endaliga avgjørdur, áðrenn sáttmálaásetta eftirmetingarfundin, sum skal vera millum ES og Føroyar í Tórshavn 11. juni.

Politiska skipanin má seta pengar á aftur fíggjarlógina
Í búskaparfrágreiðingini “Á rættari kós” hevur Landsstýrið valt fyribils at strika játtanina til ES-granskingarsamstarvið við tilvísing til løgfrøðiligu forðingarnar, sum komu í. Hesar forðingar verða vónandi fingnar av vegnum skjótt. Við góðu úrslitunum og týdninginum av hesum samstarvinum, sum víst varð á á kjakfundinum, vænta Granskingarráðið og granskingarstovnarnir, at Landsstýrið sum skjótast aftur setur neyðuga peningin av til føroyska luttøku í Horizon 2020.