Føroyar við í stórum NordForsk útboði
NordForsk, granskingarstovnurin hjá Norðurlandaráðnum, lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna "Burðardygg menning í Arktis".
Tilsamans 131 mió. kr. eru leysar at søkja.
Granskingarskráin er ment í samstarvi millum luttakandi partarnar í teimum sjey norðurlondunum - Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Føroyum og Grønlandi - og USA og Kanada.
Føroyar luttaka við egnari fígging, og føroyskir granskingarstovnar kunnu tí søkja um stuðul á jøvnum føti við granskarar úr hinum londunum.
Høvuðsendamálið við útboðnum er at stuðla granskingarsamstarvi millum londini í Arktis fyri at fáa til vega nýggja vitan, sum kann tryggja burðardyggari menning í Arktis.
Útboðið hevur ongar tematiskar raðfestingar, men trý lyklaorð eru nevnd sum íblástur til umsøkjarar. Tey eru Trygd, Náttúrutilfeingi og Samfelagsbroytingar.
Granskingarstovnar úr í minsta lagi trimum norðurlondum skulu vera við í hvørjari verkætlan.
Útboðið er í tveimum stigum. Freistin fyri at lata inn undan-umsóknir er 4. juni 2024. Tær umsóknir, ið hava bestu hugskotini og møguleikarnar at menna nýggja vitan um burðardygga menning í Arktis, verða síðani bodnar at senda fullfíggjaðar umsóknir til NordForsk.
NordForsk skipar fyri einum netfundi um útboðið 19. mars kl. 14-15.
NordForsk útboðið um Burðardygga menning í Arktis í fullari longd sæst her.
Mynd: NordForsk