ffd9094153d261d3742dc839aac69bf5.jpg
Skriva út
Lagt út: 01.05.2013

Føroyar væl móttiknar á EURAXESS-ráðstevnu í Dubrovnik

Føroysku EURAXESS-umboðini vórðu væl móttikin á stóru EURAXESS-ráðstevnuni, ið varð hildin í Dubrovnik í Kroatia frá 22. til 24. apríl.

40 lond eru við í EURAXESS-netverkinum, og næstan øll londini vóru umboðaði á ráðstevnuni í Dubrovnik, ið hevði heitið “Vit samskifta”. Tilsamans vóru meira enn 250 fólk, ið starvast á EURAXESS-tænastudeplum og granskingarstovnum í Europa, á ráðstevnuni.

Føroyar gjørdust limur í EURAXESS 1. januar í ár, og føroyska EURAXESS-verkætlanin fór av bakkastokki 1. februar. Fyrstu tíðina hevur serliga verið arbeitt við at fyrireika føroyska EURAXESS-portalin, ið skal gera tað lættari hjá útlendskum granskarum at flyta til Føroya.

EURAXESS-skipanin skipar fyri stórum ráðstevnum fyri øllum limalondunum annað hvørt ár. Ráðstevnan hesaferð varð hildin í Kroatia, sum um tveir mánaðar fær fullan limaskap í ES.

Føroyar fingu eina serliga heilsan, tá ráðstevnan í Dubrovnik varð sett. EURAXESS-fyriskipararnir fegnaðust um, at eisini Føroyar nú eru við í europeiska samstarvinum, ið hevur til endamáls at menna granskingina í Europa við at gera tað lættari hjá europeiskum granskarum at flyta millum londini.

John D. Olsen, NCP-samskipari, og Dagmar Joensen-Næs, EURAXESS-samskipari, á Granskingarráðnum og Elisabeth Holm, altjóða samskipari á Fróðskaparsetrinum umboðaðu EURAXESS Føroyar í Dubrovnik. Tey luttóku í verkstovum og fingu høvi at skifta orð við umboð fyri EURAXESS-netverkini í nógvum ymiskum londum.

-Tey flestu vistu einki um Føroyar, men vóru sera áhugaði í at hoyra, hvussu okkara umstøður eru. Fleiri, sum vit hittu, høvdu tó hoyrt um granskingina hjá Pál Weihe og spurdu, um vit kendu hann, sigur Dagmar Joensen-Næs.

Á ráðstevnuni vórðu seks verkstovur hildnar, sum skulu vera við til at leggja kósina fyri EURAXESS-samstarvið næstu árini. Millum annað varð lagt upp til, at EURAXESS-deplarnir skulu átaka sær ein størri leiklut við persónligari vegleiðing og menning av teimum granskarum, ið koma til landið.