ed2719af744f2ec943f1025018c76351.jpg
Skriva út
Lagt út: 03.12.2013

Føroyar sett hol á týdningarmikla gransking um børn og ung

Fleiri úrslit frá granskingarverkætlanini ”Traumatization in Children and Adolescents”, sum Tóra Petersen stendur fyri á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, eru almannakunngjørd í altjóða vísindaligum tíðarriti. Greinin eitur “Attachment styles and PTSD in adolescents in three Nordic Countries” og er kunngjørd í tíðarritinum Open Journal of Epidemiology.

Høvundarnir eru Tóra Petersen, psykologur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og ph.d lesandi við Syddansk Universitet í Odense og Ask Elklit, professari og leiðari fyri Videnscenter for Psykotraumatologi við Syddansk Universitet í Odense.

Endamálið við greinini er at lýsa møguligar psykologiskar vandafaktorar, sum kunnu setast í samband við posttraumatiska strongd. Posttraumatisk strongd – ella PTSD - varð í 1980 staðfest sum psykiatrisk sjúka, ið kann raka fólk, eftir at tey hava verið fyri álvarsligari ella traumatiskari hending. Til tess at fyribyrgja PTSD og betra um viðgerðina, verður alsamt meira granskað innan viðurskifti, sum hava ávirkan á, um menniskju fáa PTSD, eftir at tey hava verið fyri álvarsligum hendingum. Gransking innan hetta evnið av børnum og ungum er tó lutfalsliga nýggj og lítil í vavi. Hinvegin hevur gransking av vaksnum víst, at psykologisk tilknýtismynstur hava ávirkan á, hvussu fólk koma seg eftir traumatiskar hendingar, men gransking av hesum innan børn og ung er nærum ikki gjørd, og sambært rithøvundunum av greinini er henda kanning millum tær fyrstu í heiminum, sum kannar PTSD og psykologisk tilknýtismynstur sæð út frá einum tvørmentanarligum sjónarhorni.

Psykologiskt tilknýti sipar til tann viðfødda tørvin, vit menniskju hava at knýta bond við onnur. Út frá teim upplivingum og royndum vit hava sum børn, menna vit eitt tilknýtismynstur, eitt sokallað innara arbeiðsmodel, sum m.a. ávirkar, og um vit leita okkum hjálp, vegleiðing, stuðul og tryggleika frá øðrum í okkara roynd at meistra avbjóðingum, sorg ella traumatiskum hendingum.

Kanningin byggir á spurnarbløð svarað av 1.283 ungum úr Føroyum, Danmark og Íslandi. Miðalaldurin var gott 14 ár. Øvugt av tí væntaða, vístu úrslitini, at munur var á, hvussu býtið var í tilknýtismynstrum í teimum trimum londunum. Meira enn helmingurin av teim føroysku ungu vóru eyðkend við, at tey høvdu eitt trygt tilknýti, meðan tað øvugta var galdandi í Danmark og í Íslandi, har størsti parturin hevði eitt víkjandi tilknýti. Hóast lítið av gransking enn finst innan økið, verður hildið, at trygt tilknýti er tað, sum eyðkennir størsta partin av okkum, og at trygt tilknýti minkar um vandan fyri at menna PTSD eftir álvarsligar hendingar. Tó vístu úrslitini frá hesi kanning, at eisini her vóru munir millum londini. Størsti parturin av teim føroysku ungu við PTSD høvdu trygt tilknýti, tann størsti parturin av teim donsku ungu, sum høvdu uppfylt krøvini fyri PTSD, høvdu víkjandi tilknýti, meðan tey íslendsku ungu við PTSD vóru nøkulunda javnt býtt millum tey fýra tilknýtismynstrini. Ein av niðurstøðunum í hesi grein er, at meira eigur at verða granskað innan tilknýtismynstur og hvørja ávirkan tey hava. Harafturat benda úrslitini á nøkur týdningarmikil viðurskifti: at ein psykologiskur faktorur, sum verður mettur at vera ein verjandi faktorur í einum landi, kann vísa seg ikki at hava tey somu verjandi árinini í einum øðrum landi. Tí er týdningarmikið, at mannagongdir og viðmæli í mun til fyribyrging og viðgerð eisini taka støði í tvørmentanarligari gransking og royndum.

Greinin kann lesast her.

Meira kann lesast um gransking innan psykotraumatologi her.

Greinin er úrslit av verkætlan, sum m.a. er fíggjað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.
 
Les um Tóru Petersen í Heilagrunninum.

Mynd: vitvelja.fo