EU Faroes Meeting
Skriva út
Lagt út: 01.10.2019

Føroyar og ES mett um gongdina í granskingarsamstarvinum ‘Horizon 2020’

Felagsnevndin fyri granskingarsáttmálan millum Føroya og ES hevði fund fríggjadagin 27. september í Brússel. Fundurin var annar formligi fundurin í Horizon 2020 samstarvinum um gransking og nýskapan.

Horizon 2020 byrjaði í 2014 og endar í 2020. Í løtuni eftirmetir ES Nevndin luttøkuna hjá londunum í samstarvinum, og fyrireikar komandi skránna, sum byrjar 1. januar 2021. Nýggja skráin kallast Horizon Europe, og fer at vera enn meira umfatandi enn Horizon 2020, bæði í vavi og í fíggingarmøguleikum.

Á fundinum var føroyska luttøkan í Horizon 2020 umrødd. Føroyskir umsøkjarar klára seg sera væl. Teir fáa játtaðan stuðul til 24% av umsóknunum, meðan meðal fyri alt Evropa er umleið 15%. Talið av umsóknum úr Føroyum er høgt í mun til fólkatalið. Tó verður mett, at tað kundi væl verið hægri á onkrum økjum, og at parturin hjá føroyingum í verkætlanunum átti at verið størri.

Tað eru serliga tveir partar av samstarvinum, sum mælt varð til at troyta meira. Hetta er í fyrsta lagi flytførisskipanin Marie Curie, sum stuðlar einstøkum granskarum at flyta millum lond við fullum stuðli til løn og rakstur. Í øðrum lagi er tað sokallaða Widening skráin, sum er til lond, ið ikki eru á hædd við tey fremstu granskingarlondini. Her er møguleiki fyri at søkja stuðul til at menna samstarv og førleikar gjøgnum amboðini Twinning og Teaming.

Hin parturin av fundinum snúði seg um, hvussu Horizon Europe verður skipað, og hvussu treytirnar fyri luttøku vera. Her er tað serliga áhugavert fyri Føroyar, at fíggingarleisturin væntandi verður tillagaður soleiðis, at tað er beinleiðis samsvar millum luttøkugjald og úrtøku hjá triðjalondum við atlimaskapi.

Evropisku samstørvini ‘Erasmus+’ og ‘Creative Europe’, sum eru stuðulsskipanir innan ávíkavist útbúgving og metan, vóru eisini á skrá í sambandi við føroysku vitjanina í Brússel. Sendistovan í Brússel hevði fingið í lag fundir at umrøða møguleikar og treytir, um Føroyar søkja um atlimaskap í Erasmus+ og Creative Europe.

Á myndini frá vinstru: Anna Elisabeth Vidtfeldt, Elin Mortensen, Annika Sølvará, Kristianna Sjóvará, Anne Haglund-Morrissey, Poul Geert Hansen, Olga Kipicko, Gabor Peto og Siv Jacobsen.