Føroyar og ES komin ásamt um rammusáttmála og atlimaskap í Horizon Europe
Føroyar og ES nevndin eru komin á mál við samráðingunum um ein sáttmála, sum tryggjar, at føroyski atlimaskapurin í granskingar- og menningarsamstarvinum hjá ES, Horizon Europe, heldur áfram. Í sama viðfangi hava Føroyar og ES samráðst um ein rammusáttmála, sum gevur Føroyum møguleika at gerast partur av øllum samstarvsskráum hjá ES, ið loyva atlimaskap fyri lond uttanfyri ES.
Skráin hjá ES á granskingar- og menningarøkinum gekk út við árslok 2020. Tískil skuldi ein nýggjur sáttmáli gerast við ES um føroyskan atlimaskap komandi sjey árini.
Sum liður í eini nýggjari skipan hjá ES fyri atlimaskap hjá triðjalondum, skulu rammusáttmálar gerast, sum fevna um allar atlimaskapirnar.
Næsta stig í tilgongdini er, at avtalan verður samtykt av ES ráðnum og Løgtinginum. Sáttmálauppskotið verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í vetur, og sáttmálin verður væntandi undirritaður til várs.
“Vísindasamstarvið við ES hevur stóran týdning fyri gransking og menning í Føroyum, tí samstarvið letur dyrnar upp fyri samstørvum og fígging í Evropa,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. “Tað er eisini eitt stórt framstig, at nýggi rammusáttmalin letur dyrnar upp fyri, at Føroyar kunnu fáa atlimaskap í øðrum ES samstarvsskráum sum útbúgvingarsamstarvið Erasmus+ og mentanarsamstarvið Creative Europe”.
Dagførdar treytir fyri samstarv fyri granskingar og menning
Atlimaskapurin í rammuskránni hjá ES fyri gransking og menning gevur møguleika fyri samstarvi og fígging av felags verkætlanum, og gevur góða atgongd til umhvørvi á evropeiska meginlandinum innan vísindi, gransking og menning.
Granskingar- og menningarsamstarvið er ein av høvuðstættunum í samstarvinum millum Føroyar og ES, og føroyska luttøkan er ment nógv síðani Føroyar fingu atlimaskap á fyrsta sinni í 2010.
Fíggjarligu treytirnar í nýggju avtaluni eru tillagaðar, so størri javnvág verður millum gjald og úrtøku. Í nýggja Horizon Europe sáttmálanum verður gjaldsfrymilin fyri summi atlimalond, harímillum Føroyar, broyttur til, at gjaldið verður javnað eftir ítøkiligu úrtøkuni.
Víðkaðir møguleikar fyri samstarvi
Nýggi rammusáttmálin er ein týðandi liður í at víðka samstarvið hjá Føroyum við ES, tí sáttmálin gevur Føroyum møguleika at gerast partur av øllum samstarvsskráum, sum lond uttanfyri ES kunnu verða partur av.
Landsstýrið ynskir, at Føroyar eisini gerast partur av Erasmus+ og Creative Europe, ið eru útbúgvingarsamstarvið og mentanarsamstarvið hjá ES. Í vár sendi Jenis av Rana, landsstýrismaður, bræv til ES-nevndarlimin fyri gransking, útbúgving og mentan Mariya Gabriel, har skotið var upp at fara undir samráðingar um atlimaskap í Erasmus+ og Creative Europe.
Í svarinum frá ES-nevndarliminum verður fegnast um áhugan úr Føroyum. Víst verður á, at tá rammusáttmálin við ES er samtyktur, kann farast undir samráðingar um atlimaskap í Erasmus+ og Creative Europe, sum verður skipað við serstøkum protokollum til rammusáttmálan.
Meira kann lesast um Horizon Europe samstarvsskránna sí her.
Kelda: ummr.fo