Føroyar og ES fundast í Tórshavn um granskingarsamstarv
Mentamálaráðið var í dag vertur fyri fundi í samstarvsnevndini fyri granskingarsáttmálan millum Føroya og ES.
Á fundinum varð umrødd luttøka Føroya higartil í Horizon 2020, ið er felags evropeiska rammuskráin fyri gransking. Tað vísir, at millum tey yvir 40 luttakandi londini í Horizon 2020 er Føroyar tað landið, sum lutfalsliga fær flest umsóknir játtaðar.
Sum dømi um góðu gongdina nevndu ES umboðini, at játtanir til føroyskar granskarar svara til 50 evrur fyri hvønn íbúgva, samanborið við miðal fyri ES limalondini, ið er 41 evrur.
Komið er nú hálvvegis í tíðarskeiðinum fyri Horizon 2020 (2014-2020) og ES kervið er við at leggja karmar og raðfestingar fyri seinni helvtina. Føroyska sendinevndin legði dent á týdningin av at varðveita eina greiða áherðslu á gransking og nýskapan innan havtilfeingi. ES umboðini gjørdu vart við, at fleiri ótroyttir møguleikar eru hjá Føroyum at gagnnýta, serliga fyri smærri fyritøkur og stuðul til flytføri hjá granskarunum, bæði til og úr Føroyum.
Mynd: Poul Geert Hansen, Elin Mortensen, Kostas Glinos, deildarleiðari hjá ES nevndini, Anne Haglund Morrissey, ráðgevi hjá ES nevndini, Kristianna Sjóvará, Annika Sølvará, Kate Sanderson og Martin Næs.