Føroyar og Danmark skrivað undir samstarvsavtalu um gransking
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, og Morten Østergaard, danskur granskingarmálaráðharri, hittust á norðurlendska ársfundinum í Helsinki og skrivaðu tá undir tvær samstarvsavtalur.
Onnur er yvirskipaða samstarvsavtalan innan útbúgvingar- og granskingarøkið, sum skipar fyri samstarvinum millum londini á hesum øki.
Seinna avtalan er tann, sum gevur føroyska málinum javnbjóðis støðu við danskt og onnur norðurlendsk mál, tá um ræður upptøku til lestur á hægri útbúgvingarstovnum í Danmark.
Á fundinum skrivaðu norðurlendsku ráðharrarnir eisini undir framhald av avtalu um atgongd til hægru lærustovnarnar í londunum. Hetta er samstarv, sum byrjaði í 1997, har londini binda seg til at javnseta norðurlendskar umsøkjarar við borgarar úr egnum landi. Føroyar eru eisini partur av hesi avtalu.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at gott samskifti og samstarv við Danmark og onnur grannalond hevur stóran týdning, serliga tá hugsað verður um, at Føroyar hava eitt avmarkað fólkatal, og tí hava vit eina serliga avbjóðing at kunna um føroysk viðurskifti og fáa ta viðurkenning og góðkenning, sum vit eiga.
Les avtaluna her