Heini I Skorini
Skriva út
Lagt út: 20.09.2024

Føroyar kunnu ikki longur vera vinur við øll

Nýggi geopolitiski veruleikin við øktum stríði millum stórveldini ger tað truplari fyri smátjóðir at vera neutralar og vinir við øll. Heimurin tvingar okkum í størri mun at velja síðu, sigur Heini í Skorini, granskari, ið fer at greina viðurskiftini millum Føroyar og Russland.

Føroyar hava flutt seg langt síðani russisku hertøkuna av Krim fyri tíggju árum síðani, tá Føroyar ikki mótmæltu, men tvørturímóti øktu samstarvið við Russland. Nú fordøma almennu Føroyar russiska álopið á Ukraina, og samhandilin við russar er minkaður niður í helvt.

Kortini hava Føroyar verið fyri hørðum atfinningum í altjóða miðlum, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, tí vit framvegis hava tætt samstarv við russar. Eisini heima í Føroyum hevur verið stór ónøgd við, at landsstýrið tvær ferðir síðani innrásina hevur skrivað undir nýggjan fiskiveiðisáttmála við russisku stjórnina. 

– At Føroyar framvegis gera avtalur við russisku stjórnina er í sjálvum sær umstrítt. Tað er munur á at selja mat til tey, ið vilja keypa frá okkum, og so at hava eina avtalu á stjórnarstigi við eitt krígsførandi land, sum fyri stuttum gjørdi innrás í eina aðra sjálvstøðuga tjóð í Evropa, sigur Heini í Skorini.

Les grein í Vísindavøkublaðnum um gransking av sambandi millum handils- og verjupolitikk her.

Vísindavøkublaðið 2024 sæst her.

Mynd: Vilas Oluf Thaulow