Áarvegur 1839.bmp
Skriva út
Lagt út: 19.04.2018

Føroyar í 1800-talinum lýstar úr fleiri sjónarhornum

Í 2012 fóru granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum undir samstarv um verkætlan, sum skuldi lýsa Føroyar í 1800-talinum úr fleiri sjónarhornum. Gestur Hovgaard var verkætlanarleiðari. Hinir luttakararnir vóru Erling Isholm, Hans Andrias Sølvará, Mirjam Joensen og Rolf Guttesen

Verkætlanin fekk stuðul úr Granskingargrunninum. Formliga er verkætlanin, sum fekk stuðul, nú lokað, men arbeiðið við evninum heldur fram á deildini. Niðanfyri er ein samandráttur av verkætlanararbeiðinum og avrikunum.

Fulla heitið á verkætlanini er ”Føroyska samfelagsbroytingin í 1800-talinum – ein heildarmynd av sosialu og búskaparligu rørslunum, sum løgdu lunnar undir nútíðar Føroyar”.

Verkætlanin hevur havt til endamáls at finna fram nýtt tilfar og kasta nýtt ljós á føroyska 1800-tals søgu. Tað er í hesum tíðarskeiðinum, at Føroyar traðka inn í ta sonevndu modernaðu verðina, har søguligt fokus serliga hevur verið á fríhandil og politisku og mentanarligu rørslurnar í seinnu helvt av 1800-talinum.

Í hesi verkætlanini varð skjótt funnið fram til, at fyrra helvtin av 1800-talinum var har doyurin skuldi leggjast. Hetta tíðarskeiðið vísir seg at hava sera stóran týdning fyri ta kollvelting, sum hendir seint í 1800-talinum. Tað er í hesum tíðarskeiðinum, at nýggjar vinnuligar, almennar/umsitingarligar og mentanarligar hugsanir og ætlanir verða royndar av og kjølfestar í føroyska samfelagnum.

Eitt samanfatandi høvuðsúrslit av arbeiðinum er, at tey europeisku rák, sum eru í tíðini, hóast veikt, so tó greitt, vísa seg aftur í føroyskari samfelagsmenning, hetta meira sum ein mótsetningur millum ”gamalt” og ”nýtt” ella ymiskar positiónir (konservativt/liberalt t.d.), heldur enn ein mótsetningur millum eitt nú ”føroyskt” og ”danskt”. Harumframt, so vísir arbeiðið greitt, at ”tað almenna” hevur stóran og serligan leiklut í teimum vinnuligu og institutionellu frambrotum sum henda, tí skapar grundarlagið undir tí ’marknaðarsamfelagi’ sum brýtur fram seinni.

Verkætlanin hevur savnað saman eina mongd av skjalatilfari frá Ríkisskjalasavninum, Landsskjalasavninum og frá nøkrum privatum arkivum eisini. Nakað av hesum tilfari er gjørt tøkt á History.fo, ella atgongd kann fáast gjøgnum Søgu- og samfelagsdeildina.

Úrslitini frá verkætlanini higartil eru útgivin í javnlíkamettum tíðarritum, meðan annað tilfar enn finst í arbeiðsformi, og kann/fer at verða útgivið seinni. Bók um Nólsoyar Páll (Rolf Guttesen) og ph.d.ritgerð (Erling Isholm) um vinnuligu menningina, harundir serliga leiklutin ”tað almenna” hevði, eru um at verða lidnar.

Hóast ikki partur av sjálvari verkætlanini, er ætlanin eisini at skriva eina samanfatandi bók um tíðarskeiðið umleið 1800-1850.

Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Eisini eru nakrar greinar frá verkætlanini í Frøði 3/2014, sum kann lesast her