22781aa3f46224bef167eebbb7701b47.JPG
Skriva út
Lagt út: 01.09.2012

Føroyar 5.2. Hvussu ljóða Føroyar?

Á Vísindavøkuni verður høvi at uppliva eina framførslu, sum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum. Framførslan kallast Føroya 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar? Hon er eitt samanspæl millum jarðvísind, akkustik og kreativa tónlistina hjá bólkinum ORKA.

Jens L. Thomsen tónleikaframleiðari úr bólkinum ORKA og Uni Árting jarðfrøðingur hava saman við Una Petersen jarðalisfrøðingi, verið runt á 5 seismiskum mátistøðum í Føroyum og upptikið seismiskar ristingar í hellu, bergi og grótbrotum fyri at vita, hvussu undirgrundin ljóðar, og um ein kann spæla uppá hana. Hesar upptøkur eru síðani samansettar til tónleik. Framførslan er ein samanrenning av video, surround-ljóði og rúmi.

Tiltakið, sum er partur av skránni fyri Vísindavøkuna 2012, verður í Öström umleið kl. 21. fríggjakvøldið 28. september. Tað er alment og ókeypis.

Tað er pláss til 200 fólk í hølunum, har framførslan verður, so um fleiri fólk koma, enn tað kunnu vera í hølunum samstundis, verða vit noydd at avmarka atgongdina.

Meira verður at frætta um tiltakið í Vísindavøkublaðnum, sum verður borið í hvørt hús í næstum.