Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina
Tal av toskalarvum beint eftir gýting er nær tengt at støddini av gýtingarstovninum. Tað er ein av niðurstøðunum í eini umfatandi greining av kanningum hjá Havstovuni av føroyska toskastovninum seinastu 60 árini. Greiningin er nú útgivin í tveimum greinum í tíðarritinum Marine Biology.
Fyrra greinin, sum kom út í 2020, lýsir, hvat toskalarvur og -yngul á føroyska landgrunninum eta. Fyrstu tíðina hjá larvuni er føðin evarska smátt djóraæti, og so hvørt sum fiskurin veksur út á várið og summarið, tekur hann størri og størri føði. Í greinini verður víst á, at toskalarvurnar eru úrveljandi, tá tær eta, tvs. at slag og stødd hava týdning. Harumframt verður víst á, at larvur, ið eru 1-2 mánaðar gamlar, eru í stórum vanda fyri ikki at hava nóg mikið av føði. Leinkja til greinina er her.
Í seinnu greinini, sum júst er útgivin, verður víst á, at tal av toskalarvum beint eftir gýting er nær tengt at støddini av gýtingarstovninum. Tískil er tað av stórum týdningi at hava ein burðardyggan gýtingarstovn. Ein stórur gýtingarstovnur er tó ikki nøkur trygd fyri, at tilgongdin verður stór. Deyðiligheitin í larvu- og yngulstigunum er sera stór og sveiggjar nógv. Nýggja greinin vísir, at tilgongdin er tengd at yvirlivilsinum frá larvu til yngulstig, og at yvirlivilsi er treytað av mongdini av tøkari føði. Tað er gróðurin um várið, sum ger av, hvussu nógv er av føði til toskalarvurnar. Nýggjasta greinin kann lesast her.
Regluligar kanningar av føroyska toskastovninum hava verið gjørdar í 60 ár. Í 1983 fór Havstovan undir at gera ein regluligan yngultúr, har nøgdir av m.a. toskayngli verða kannaðar, og í 1997 varð fyrsti regluligi kanningartúrur av larvum gjørdur. Í eitt áramál vórðu magakanningar av knapt 5000 toskalarvum og -yngli gjørdar fyri at vita, um føði í larvu- og/ella yngulstiginum kann ávirka tilgongdina til stovnin.
Mynd: Helga Bára Mohr Vang