e465f60ac1d52d072fa1e7ce43089dc6.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.02.2011

Fóðurískoyti gevur frískan og fastan laks

Nýggj gransking hjá Nofima vísir, at ávís fóðurískoyti geva eitt fastari laksaflak og heilsuligar fyrimunir. Sambært Turid Mørkøre, granskara á Nofima, hava tey kannað virknaðin av ískoytum av aminosýrunum arginin ella glutamat.

Góðskan á tí lidna laksflakinum ávirkast ígjøgnum alla virðisketuna, og úrslit frá eldri gransking týða á, at bleytt flak er knýtt at metabolisk frávik, sum eitt nú ov stórur livur. 
Glutamat og arginin eru natúrligar aminosýrir, sum kunnu økja um vøddar og heilsugóðar ávirkanir hjá djórum og menniskjum, skrivar  Turid Mørkøre i Nofima og Kristian Prytz i Fiskeri og havbruksnæringens forskningsfond (FHF) í eini grein á heimasíðuni hjá FHF.

Kanningarnar, sum vóru gjørdar á Nofimas í Averøy, skuldu staðfesta, um kostur við høgum innihaldi av arginin ella glutamat kann betra um fastleikan av alilaksi. Harumframt vildi man kanna, um bleytt flak kann tvinnast saman við niðursettum livurvirknaði ella øðrum avbrigdum og um økt innihald av aminosýrum vil hava eina jaliga ávirkan á fastleikan.

Niðurstøðan av kanningunum var, at fastleikin í laksafløkunum ávirkast av fleiri viðurskiftum, og at fóðrið tykist at hava ein størri leiklut enn áður mett.
Kanningarnar vístu at betrast kann um fastleikan á laksafløkunum við at tillaga aminosýrubygnaðin í fóðrinum og at kanningarnar staðfestu, at aminosýrurnar glutamat og arginin góvu heilsuligar fyrimunir sum verða knýttar til betri fastleika.

Les greinina hjá Turid Mørkøre og Kristian Prytz á  www.fiskerifond.no

Les um Turid Mørkøre í Heilagrunninum

Kelda: www.kyst.no