e637e46d76df742d116b759aed90c505.png
Skriva út
Lagt út: 13.01.2015

Flytføri og nýggjur faldari um at skriva umsókn

Í Horizon 2020 er flytføriskipan, nevnd Marie Sklodowska-Curie actions, sum á hvørjum ári veitir granskarum og øðrum, sum arbeiða við granskingarverkætlanum, stuðul til at flyta millum londini í Evropa og til lond uttan fyri ES samstarvið.

Granskari, sum hevur lokið ph.d., kann søkja Individual Fellowship. Talan er um útbúgving á høgum støði, har granskarin flytur til annað land og kanska eisini til annað virkisøki, enn tað, sum viðkomandi fæst við í Føroyum.  

Tað ber eisini til hjá granskarum uttanlands at koma til Føroya við stuðli úr Individual Fellowship. Einki krav er um tjóðskap og við føroyska atlimaskapinum, ber til at søkja stuðul til flytføri millum t.d. Danmark og Føroyar.

Flestu útboðini í Horizon 2020 hava freist á hvørjum ári. Í 2015 er freistin at søkja í Individual Fellowship tann 10. september. Les um IF á Participant Portal

Starvsfólkaumbýti er eisini ein møguleiki í Horizon 2020. Útboðið nevnist RISE og gevur stovnum og starvsfólki, sum er knýtt at granskingini á einum stovni, møguleika fyri umbýti í styttri tíðarskeið. Aðalmálið við RISE er at spjaða framkomna vitan millum londini og í millum granskingarøkini.

Tað kann vera tørvur á leiðbeining, tá ið farið verður undir at skriva umsókn. NCP-tænastan hjá Granskingarráðnum kunnar og vegleiðir møguligum umsøkjarum.  

Eisini verður mælt til at lesa nýggja faldaran: “How to Write a Winning Proposal for Individual Fellowships (IF)”, sum greiðir frá, hvussu ein umsókn í Individual Fellowship skal skrivast og hvat dentur eigur at verða lagdur á. Faldarin er gjørdur av NCP tænastuni í Luxembourg við hjálp frá evropeiska NCP netverkinum.