Fleiri útlendskir granskarar velja at virka í Norðurlondum
Umboð fyri Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið luttóku í farnu viku í eini stórari altjóða ráðstevnu um, hvussu Norðurlond kunnu gerast meira lokkandi fyri granskarar úr øðrum londum.
Ísland hevur sera góðar royndir við at draga altjóða granskarar til landið. Rektarin á Háskóla Íslands, Jón Atli Benediktsson, greiddi á ráðstevnuni frá, hvørjar royndir tey hava við at fáa granskarar úr øllum heiminum at koma til Íslands at arbeiða, og serliga við at fáa teir at trívast og støðast.
Altjóða granskarar gerast ein alsamt meira týðandi partur av starvsfólkahópinum á granskingarstovnum í øllum Norðanlondum. Eisini í Føroyum er talið á granskarum úr øðrum londum nógv vaksið seinastu árini. Í løtuni eru 10 útlendskir granskarar á Fróðskaparsetrinum.
Luttakararnir á ráðstevnuni í Reykjavík vóru mest starvsfólk á universitetum, sum arbeiða við at taka ímóti útlendskum granskarum og familjum teirra og hjálpa teimum við at finna seg til rættis í nýggja umhvørvinum.
Fyrilestrar vóru á ráðstevnuni um millum annað integratión av útlendskum granskarum og javnrættindi, og eisini vóru verkstovur hildnar um mál, ið viðvíkja altjóða granskarum. Fróðskaparsetrið skipaði saman við Keypmannahavnar Universiteti fyri verkstovu um málsligar avbjóðingar og møguleikar.
Ráðstevna um altjóða granskarar í norðurlondum verður hildin annaðhvørt ár. Næsta ráðstevnan verður í Århus í 2025.