Fleiri kvinnur granska innan heilsuvísindi
Í Noregi verður spurt, um eitt higartil eyðsýnt mannfólkaøkið innan gransking er um at falla. Talan er um gransking innan heilsuvísindi. Víst verður á, at 2 av 3 nýklaktum granskarum innan hetta øki eru kvinnur, og at helvtin av teimum granskarum, ið eru løntir av fyritøkum innan heilsuøkið, eru kvinnur.
Av teimum granskarum, sum í 2007 luttóku í tiltøkum innan gransking og menning á heilsuøkinum, taldu konufólkini 39 prosent. Til samanberingar vóru yvir helvtin av vísindaligu starvsfólkunum konufólk. Lægsti parturin av kvinnum, ella 18 prosent, var millum deildaryvirlæknarnar, meðan 44 prosent av læknum vóru kvinnur.
Framvegis er tað soleiðis, at jú hægri størv í tign, talan er um, jú lægri er talið á kvinnum í hesum størvum. So hóast stóra talið av nýklaktum granskarum og økta talið av kvinnum í øllum størvum á økinum í Noregi, gongur helst framhaldandi nakað av tíð, til talið av kvinnum og monnum í størvum sum deildaryvirlæknar verður meira javnt.
Í Heilagrunninum, sum er grunnur við føroyskum granskarum, eru 31 fólk skrásett at fáast við gransking innan heilsuvísindi. Av hesum 31 eru 17 kvinnur, harav tvær hava heitið Dr. med., og fýra hava heitið Ph.D.
(Kelda: Norska tíðarritið Forskningspolitikk 4/2008 og Heilagrunnurin á gransking.fo)