Fiskur og heilsa í Frøði
Í ársins fyrstu útgávu av Frøði eru tvær greinir um samfelagsliga gransking í sambandi við fiskivinnuna.
Hans Ellefsen, doktari í búskapi, skrivar um tær mekanismur, ið gera seg galdandi, tá ið avtalur skulu gerast um býtið av teimum pelagisku fiskastovnunum, sum ferðast um landamørk. Granskingarráðið hevur fíggjað part av ph.d. verkætlanini hjá honum.
Kristoffur Laksá, MA í stjórnmálafrøði, skrivar um hugtakið klientilismu, ið snýr seg um, at politiska valdið útvegar sær atkvøður aftur fyri at lata klientunum rættindi, sum aðrir borgarar ikki fáa. Hann hevur kannað, hvussu klientilisma hevur ávirkað og stýrt førda politikkinum í Føroyum síðan 1948.
Fleiri greinir eru í blaðnum um heilsugransking á Landssjúkrahúsinum.
Sanne Storm, cand.mag. í musikkterapi, hevur kannað, um tað er gjørligt at menna eitt raddarmetingaramboð, sum kann vísa, hvussu fólk eru fyri sálarliga, og brúkast til at sjúkugreina og meta um broytingar undir viðgerð. Granskingarráðið hevur fíggjað part av ph.d. verkætlanini hjá henni.
Ein onnur verkætlan, ið lesandi á G1 á Landssjúkrahúsinum hava gjørt, vísir, at kvinnur hava meira pínu aftan á skurðviðgerð enn menn. Hóast hetta fáa menn meira pínustillandi heiluvág enn kvinnur í viðrakning.
Annika Skaalum, søgufrøðingur, vísir við meira enn hundrað ára gomlum hagtølum á, at fleiri børn hjá ógiftum enn hjá giftum mammum doyðu í móðurlívi ella undir føðing um ár 1900. Hon staðfestir eisini, at lutfalsliga nógv fleiri tilburðir av deyðføddum børnum uttanfyri hjúnalag vóru í Føroyum enn í grannalondum okkara.
Regin Berg, MA, skrivar um náttúruvirðini í politiskum høpi. Vár í Ólavsstovu, adjunktur í móðurmálsfrøði, skrivar um talgilda námsfrøði og talgildar frálærumiðlar. Og Dorete Bloch og Bjørki skriva um eina gátuføra blýggjkúlu, sum var ætlað at skjóta villsvín við, men sum ístaðin endaði í einum grindahvali, sum í 1997 legði beinini í Sandagerði.
Í blaðnum er eisini ein grein um dúnhærdan fjallakamp, Oreopteris limbosperma, ið Jens-Kjeld Jensen og Anna Maria Fosaa hava skrivað.