ecd98270eac3828b1dad90d09bcb15b4.jpg
Skriva út
Lagt út: 06.09.2011

Fiskasjúka útruddað í Danmark

Herviliga fiskasjúkan, VHS, sum serliga rakar ali-síl er nú útruddað í Danmark. Hetta skrivar videnskab.dk. Sambært granskarum hevur tað eydnast teimum, at gera enda á sjúkuni, sum nærum hevur rakt øll alibrúk í Danmark.

Í fleiri ár høvdu danskir granskarar roynt at beina fyri sjúkuni við at ala síl, sum vóru undan fiski, ið var mótstøðuførur. Men hesar royndirnar vóru sleptar, tá tað gjørdist greitt at royndirnar fóru at verða ov umfatandi. Eisini vóru gjørdar royndir við koppingarevnum, men hetta krevur, at fiskurin fær livandi virus, og tí er vandi fyri at smitta annan fisk.

Fyri tveimum árum síðani játtaði Europeiski fiskarrígrunnurin 20 mio. kr. til arbeiði við at beina fyri sjúkuni. Hetta gav granskarunum heilt nýggjar møguleikar. Í einum samstarvi millum Vetrinærinstituttet á DTU, Fødevarestyrelsen og alararnar var avgjørt at ‘turrleggja’ donsku alibrúkini, sum vóru smittað, umframt øll tey, ið vóru í vanda fyri at fáa smittuna. Hetta var gjørt í seks vikur um várið tvey ár á rað.

- Hetta er heilt slóðbrótandi. Hetta er fyrstu ferð, at tað er eydnast einum landi, sum hevur verið so fongt við smittu sum Danmark, at beina fyri sjúkuni, sigur Niels Jørgen Olesen.

Í Føroyum er tað vælkent at ‘brakkleggja’ aliøki eitt nú fyri at minka um vandan fyri sjúku og lúsatrupulleikum. Men trupulleikin í Føroyum, í mun til tey donsku alibrúkini, er, at øll alingin í Føroyum gongur fyri seg á sjónum, og har er munandi truplari at stýra smittu at ferðast við streymi og øðrum fiski.

Les alla søguna á videnskab.dk

Kelda: videnskab.dk