Fiskaaling skipaði fyri verkstovu um modellering
Í vikuni undan páskum varð væleydnað verkstova um teldu myndlan og mátingar av fjarðaráki hildin á Fiskaaling við luttøku frá Havforskningen í Bergen og Universitetinum í Keypmannahavn.
Hetta var ein liður í arbeiðinum at fáa neyvari myndlar til at gera metingar um rákið á føroysku firðunum og at styrkja samstarvið millum hesar stovnarnar.
Úr Bergen var bólkurin, sum hevur gjørt eina skipan til meta um, hvussu lúsalarvur spjaðast við rákinum fram við norsku strondini, og sum í stóran mun hava gjørt grundarlagið til sonevndu ferðsluljósskipanina, ið politiskt kjak nú er um at seta í verk fyri alivinnuna í Noregi. Frá Universitinum í Keypmannahavn var Prof. Eigil Kaas, sum er í serfrøðingur í smáskála veðurforsøgnum.
Á verkstovuni vórðu fleiri týðandi partur í fleiri verkætlanum á Fiskaaling viðgjørdir. Teirra millum eru tvær ph.d.-verkætlanir.
Onnur hevur til endamáls at gera mátingar og menna ein myndil til at lýsa rákið í Sundalagnum, og harvið hvussu aliøkini har ávirka hvørtannað.
Hendan verkætlanini er í samstarvi við Keypmannahavnar Universitet og Havforskningen í Bergen og hevur fingið fíggjarligan styrk frá alifeløgunum Marine Harvest og Bakkafrost, umframt frá Statoil og Granskingarráðinum.
Ì hinari verkætlanini verður hugt eftir smittusambandinum millum øll alibrúk í Føroyum, og um til ber at menna eina skipan, sum minkar um smittitrýstið millum økini. Henda verkætlanin verður stuðlað av Erhvervsstyrelsen í Danmark, og verður framd í tøttum samstarvi við DTU Aqua í Danmark, umframt bólkinum frá Havforskningin í Bergen og serfrøðingum á University at Prins Edward Islands í Canada.
Ferðalagið kom mánadagin, og umframt at vitja deildarnir hjá Fiskaaling á Inova, á Búnaðarstovuni, við Áir og í Nesvík, vórðu eisini stundir til ein søguligan part við vitjan í Kirkjubø, Tjørnuvík og á Hvalastøðini við Áir. Ferðalagið fór avstað aftur seinnapart hósdag, og á vegnum til flogvøllin var vitja á alistøðni á Fútakletti og á sláturvirkinum í Sørvági hjá alivirkinum Luna.