Fiskaaling Vísindavøka
Skriva út
Lagt út: 19.09.2019

Fiskaaling á Vísindavøku: Spennandi royndir

Fríggjadagin 20. septembur luttekur Fiskaaling á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum við tveimum spennandi básum. Her verður høvi at læra og síggja nakað um kynsáseting av laksi og um streymviðurskifti.

Tá hurðarnar í Kongshøll lata upp fríggjadagin kl. 08.00 verður nógv spennandi á skránni. Vit siga ofta, at ”sjálvdan er forvitin fegin,” men tá er Vísindavøkan undantakið. Her er forvitni ein dygd, og granskarar vísa á ymiskan hátt evnini, teir arbeiða við, og hvørji úrslit teir hava rokkið.

Fiskaaling hevur tveir básar á svalanum í Kongshøll.

Á eina básinum vísa granskarar, hvussu teir síggja kynið á laksum. Tað verður gjørt við at kanna ein veruligan laks, men Fiskaaling hevur eisini ment eina skipan, sum ger tað møguligt at staðfesta kyn bæði lættari og skjótari. Tað hevur stóran týdning fyri alivinnuna, soleiðis sum greitt verður frá á básinum.

Á hinum básinum vísa granskarar, hvussu streymur ferðast í sjógvi, har munur er á saltinnihaldinum í sjónum. Hetta verður gjørt sjónligt í vatnkari við tilsettum liti, soleiðis at tað ber til at síggja, hvussu alt skikkar sær í vatninum. Slík gransking og vitan hevur eisini stóran týdning fyri alivinnuna, eitt nú tá aliringar skulu staðsetast í føroyskum sjógvi.

Kl. 11.20 fer Sissal V. Erenbjerg, PhD-lesandi, at leggja fram postara-snarrøðu. Hetta er partur av serligari kapping millum granskarar, sum fáa neyvt 3 minuttir at greiða frá einum ávísum evni.

Fiskaaling luttók eisini á Vísindavøkuni á ferð í farnu viku. Mánadagin 9. sept. var Ása Johannesen í Sørvági, har hon tosaði um siðaarv í mun til djóravælferð, har hon setti spurningin: ”er hugburðurin broyttur?”

Mikudagin 11. sept. tosaði Agnes Mols Mortensen í Runavík um taraaling og møguleikar við samaling.