Finn ein fyrilestur!
Vit eiga nógvar granskarar í Føroyum, sum vita eina rúgvu um ymisk viðurskifti. Hesir granskarar siga regluliga øðrum frá um sína gransking á ymsan hátt. Teir geva út bøkur, greinar, postarar og frágreiðingar. Teir undirvísa eisini á Fróðskaparsetrinum ella á øðrum lærustovnum og halda fyrilestrar bæði fyri øðrum granskarum og fyri almenningi.Teir ráðgeva politisku skipanini og fyrisitingini, teir úttala seg til miðlar um ymiskt og luttaka í kjaksendingum v.m.
Almenna kunningin um granskingina og úrslitini eru av stórum týdningin bæði fyri samfelagið og fyri granskararnar. Tí hava vit tikið stig til eitt nýtt átak, sum skal vísa á, at tað er møguligt at fáa granskarar innan nógv ymisk øki at halda almennar fyrilestrar fyri feløgum, stovnum og virkjum.
Undir yvirskriftini Finn ein fyrilestur! hava vit savnað fleiri enn 70 uppskot til fyrilestrarheiti ella evni, sum granskarar hava játtað at halda, um teir verða bidnir um hetta. Sjálvsagt er hetta treytað av at tað liggur fyri ynskta dagin og at semja fæst um treytirnar annars. Hetta hava vit skrivað eitt sindur um á somu síðu.
Slóð til átakið Finn ein fyrilestur! kemur framyvir at liggja ovarliga til høgru á hesi síðuni, saman við slóðum til Heilagrunnin, Stuðulsyvirlitið og Vísindavøku.