Fimti fyrilestrar og framløgur á fjøltáttaðum Frændafundi
Níggjundi Frændafundurin varð hildin í Reykjavík 26.-28. august.
Á ráðstevnan vóru fýra aðalfyrilestrar og fleiri styttri fyrilestrar og framløgur á verkstovum, sum á ymsan hátt viðgjørdu evnini fyri fundin: “Lond ljósins og myrkursins, havsins og vindanna. Hvussu forma náttúrukreftirnar mannalív og djóralív, mentan og samfelag í norðri?”
Hesi evni vóru millum annað lýst av mál-, bókmenta-, forn-, søgu-, samfelags-, búskapar-, veður-, lív-, lista-, náms- og alisfrøðingum. Evnini vóru sera viðkomandi fyri luttakarar úr londunum báðum og í fleiri av fyrilestrunum og framløgunum vóru evni viðgjørd bæði úr Íslandi og Føroyum og samanberingar gjørdar millum londini.
Møguleikar fyri meira samstarvi
Breið semja var um, at tað eru góðir møguleikar fyri og orsøk til meira samstarv. Dømi um hetta vóru eitt nú at tíðarfesta landnámið í londunum báðum við alisfrøðiligum greiningarhættum, kanning av støðuni hjá donskum í skúlanum og í mun til samleika og fatanir hjá næmingum og foreldrum av heimaarbeiði.
Málið felagsnevnari og avbjóðing
Fundurin varð hildin á Oddi á Háskóla Íslands. Næstan 100 fólk luttóku hesar dagarnar. Skráin var drúgv og tætt pakkað, men kortini vóru stundir at kjakast og práta við luttakararnar úr londunum báðum. Fleiri hava verið við ofta, og kennast tí væl, meðan onnur vóru við fyri fyrstu ferð. Leygarkvøldið var døgurði fyri allar luttakararnar í Café Flóra í Grasagarði.
Eins og áður vóru flestu fyrilestrarnir og framløgurnar hildnar á ávikavist íslendskum og føroyskum, meðan nakrar fáar vóru á donskum og enskum. Ynski er, at luttakararnir røða á sínum egna máli, fyri at styrkja felagsskapin og samstarvið. Fleiri skilja væl bæði føroyskt og íslendskt og luttakararnir gera sær ómak at tosa týðiliga og varpa tekst upp á veggin, so til ber at fylgja við skrivliga. Hetta hjálpir væl, tá fylgjast skal við á føroyskum og íslendskum.
Tað er tó ein avbjóðing fyri fleiri av luttakarum at fylgja nóg væl við. Tað tykist serliga vera tey yngru og frá øðrum vísindagreinum enn hugvísindum, sum ikki eru nóg stinn í at skilja frændamálið. Hendan avbjóðingin kom týðiligast til sjóndar í kjakinum aftaná fyrilestrar og framløgur, har føroyingar oftast spurdu føroysku fyrilestrarhaldararnar spurningar og íslendingarnir íslendsku. Nøkur undantøk vóru kortini tvørturum føroyskt/íslendska markið. Har framløgur vóru á donskum ella enskum vóru spurningarnir fleiri og frá bæði føroyingum og íslendingum. Tað undirstrikaði, at áhugin er stórur fyri evnunum á skrá, men at málini í ávísan mun eru ein forðing. Hetta er spell, tí at fatan av málunum hjá hvør øðrum og samskifti er eitt av aðalendamálunum og ein av fortreytunum fyri einum fruktagóðum Frændafundi.
Praktisk amboð eru sum áður nevnt at varpa tekst upp, meðan fyrilestur verður hildin. Eisini ber væl til at nýta orðabøkur á netinum, meðan lurtað verður. Eitt hugskot og ynski til fyriskipararnar er at skipa fyri miðvísum málskeiðum undan komandi Frændafundi.
Um Frændafund
Frændafundur er samstarv millum Fróðskaparsetrið og Háskóla Íslands, sum hava skipað fyri hesi ráðstevnu, Frændafundi, 3. hvørt ár síðani 1992. Les meira her
Tilfarið frá Frændafundi verður givið út í bók. Seinasta útgávan er bókin Frændafundur 8, sum hevur fyrilestrar frá Frændafundinum í Tórshavn í 2013. Les meira her
Mynd: Bergur D. Hansen helt fyrilesturin: “Náttúruleivdir. Økokritikkur í føroyskum yrkingum”.