b560503398606f887e634137862192e9.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.09.2012

Filmskapping - freistin longd til 20. september

Vit hava gjørt av at leingja freistina til filmskappingina hjá Granskingarráðnum til 20. september. Tá upprunaliga freistin var farin, vóru tveir filmar komnir inn. Teir lúka treytirnar og eru fínir, men vit vildu fegin fingið fleiri filmar. So um tú ikki náddi tað í fyrsta umfari, er tíðin komin til at taka filmstólið í hond og fara í gongd.

Tað er í sambandi við Vísindavøku 2012 at Granskingarráðið bjóðar øllum, sum hava hug, at luttaka í filmskapping. Treytin fyri luttøku er einføld. Talan skal vera um stuttfilm, sum luttakarin sjálvur hevur gjørt, og sum snýr seg um gransking.

Hvat er gransking? Hvussu verður granskað? Hvat verður granskað? Hvussu ímyndar tú tær ein granskara, sum er til arbeiðis í Føroyum?

Hevur tú hug at gera ein film, sum kann lýsa part av hesum og líknandi spurningum innan gransking, so er at finna myndatólið fram.

Hvør filmur skal verða millum 1 og 4 minuttir til longdar og skal kunna nýtast til at marknaðarføra gransking til almenningin.

Ein dómsnevnd við serfrøðingum innan filmslist, gransking og marknaðarføring verður sett at velja út bestu filmarnar og finna vinnaran.

Filmarnir (ella fimm teir bestu, um tað koma fleiri) verða vístir á Vísindavøkuni 2012, ið verður í Fabrikkini hjá Östrøm 27. og 28. september. Vinnarin verður kosin á stórum tiltaki fríggjakvøldið 28. september. Høvuðsvinningurin er 5.000 kr. 

Nýggja freistin at lata film inn er hósdagin 20. september kl.12. Filmarnir kunnu latast inn við at senda eina fráboðan til gransking@gransking.fo. Vit geva síðani atgongd til eina mappu at leggja filmin í.

Les meira um krøv og treytir her