Fíggjarætlan fyri Horizon Europe
Hósdagin 7 juni 2018 legði ES kommissiónin fram samlaðu fíggjarætlanina fyri Horizon Europe.
Horizon Europe er nýggja rammuskráin hjá ES fyri árini 2021-2027, har skotið verður upp at nýta 100 mia. evrur til gransking og innovatión.
Rammuskráin byggir á úrslit frá Horizon 2020. Ætlanin er, at ES skal halda fram sum oddalið í altjóða gransking og innovatión.
Fíggjarætlanin verður væntandi endaliga samtykt í 2019, soleiðis at skifti frá Horizon 2020 til Horizon Europe verður so lætt sum møguligt.
Úr kommissiónini verður víst á, at stóra íløgan í gransking og innovation er ein íløga í framtíðar Evropa.
Samstørv tvørturum landamørk og fakøki verða alsamt ment og hava við sær nýggja vitan og nýggj úrslit spyrjast burturúr.
Eisini verður European Innovation Council settur á stovn fyri at veita stuðul til slóðbrótandi innovatión.