Banknordik (1)
Skriva út
Lagt út: 13.06.2019

Fígging til nýhugsandi fyritøkur við trygd frá InnovFin í Horizon 2020

BankNordik bjóðar nýhugsandi fyritøkum nýggjan fíggingarmøguleika.

BankNordik hevur gjørt avtalu við Evropeiska Íløgugrunnin, EIF, ið gevur bankanum møguleika at veita nýhugsandi fyritøkum lán við lagaligum treytum.

Avtalan millum BankNordik og EIF loyvir BankNordik at veita vinnukundum nýggj lán við kappingarførum treytum og veðhaldi úr ES-skránni “InnovFin”, ið hevur til endamáls at bøta um fíggingarmøguleikarnar hjá smærri og miðalstórum fyritøkum í Evropa. Avtalan er hin fyrsta av sínum slagi í Føroyum og Grønlandi, og hon gevur sunnum, nýhugsandi fyritøkum møguleika at fáa fígging til nýskapandi verkætlanir frá BankNordik.

Við avtaluni ber til hjá BankNordik at veita vinnukundum nýggj lán fyri samanlagt 300 mió. kr., meðan InnovFin veðheldur fyri 50% av lánsupphæddini, ið verður latin. BankNordik skal viðgera allar lánsumsóknir til tess at tryggja, at lántakarar lúka ásettu treytirnar í InnovFin.

“Vit eru fegin um nýggja samstarvið við EIF, sum væntandi fer at gagna okkara vinnukundum í Føroyum og Grønlandi. Avtalan gevur okkum betri møguleika at veita nýskapandi fyritøkum lagaliga fígging til verkætlanir, samstundis sum vit varðveita okkara skynsama kredittpolitikk,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

InnovFin stuðlar nýskapandi verkætlanum, annaðhvørt talan er um fígging til íverksetarafyritøkur ella ítøkligar verkætlanir, har ein fyritøka hevur í hyggju at seta í verk nýskapandi ella burðardyggar framleiðsluhættir, mannagongdir, vørur ella tænastur. BankNordik fer at veita fígging til verkætlanir, sum verða mettar at geva eitt íkast til framhaldandi vøksturin í fyritøkuni. Ein vanlig kredittmeting av fyritøkuni verður, sum altíð, ein partur av viðgerðini av lánunum við InnovFin-veðhaldi.

InnovFin er partur av Horizon 2020.

Les um InnovFin her