Fígging og fíggjarstýring í FP7
Nú hevur tú møguleika at fáa innlit í fíggjarstýring í sambandi við ES-fíggjaðar granskingarverkætlanir. 17. juni 2008 klokkan 9 til 16 heldur EuroCenter skeið í fígging og fíggjarstýring av verkætlanum í 7. rammuskránni hjá ES. Sama skeið verður endurtikið 8. oktober.
Skeiðið er fyri:
tey, ið hava ætlanir um at luttaka í 7. rammuskránni hjá ES (FP7)
tey, ið longu hava royndir frá ES-fíggjaðum granskingarsamstarvi
Skeiðið fevnir um:
- hvussu ES fíggjar tey ymsu sløgini av verkætlanum
- framferðarhátt ísv. útrokningar, loyvdar útreiðslur
- hvussu ein fíggjarætlan skal byggjast upp, og hvussu fíggjarfrágreiðingar til ES kommisjónina skulu gerast
- Eisini verður komið inn á hesar spurningar: Hvussu tú roknar overhead? Hvussu leggur tú fíggjarætlan? Hvussu gert tú frágreiðing um kostnað? Hvussu verður peningurin goldin í FP7?
Skeiðið verður hildið í Eigtveds Pakhus – lokale IV
Asiatisk Plads 2 G
1448 København K
Luttakaragjaldið er 3.000 kr.
Melda teg til umvegis t-post á: tilmelding-ec@fi.
Les meira um skeiðið her.