a4d81643f7f42e7e92d9e9b328a9ab11.JPG
Skriva út
Lagt út: 05.11.2015

Ferðast við rákinum - á filmi

Havstovan: ‘Ferðast við rákinum’ ella ‘Go with the flow’ er heiti á einum kunnandi stuttfilmi, sum er gjørdur í samband við NACLIM verkætlanina og OSNAP. Í filminum er tað hollendski havgranskingarstovnurin NIOZ, sum m.a. tekur fortoyningar upp í Irmingerhavinum, og er hetta væl lýst við animatiónum. Havstovan er við í NACLIM verkætlanini og ger í hesum sambandi líknandi mátingar av Føroyastreyminum norðanfyri, tí djúpa rákinum í Bankarennuni og rákinum í Hetlandsrennuni. Tað er NIOZ, sum hevur tikið stig til hendan filmin fyri at kunna almenningin um hetta granskingarsamstarv og týdningin av hesum granskingararbeiðinum.

Filmurin sæst her.

NACLIM er ein verkætlan, sum er fíggjað av FP7 granskingargrunninum hjá ES – meiri er at lesa um NACLIM verkætlanina her.

OSNAP (Overturning in the Subpolar North Atlantic Program) er eitt fleirtjóðað samstarv, sum hevur til endamáls at samskipa mátingarnar í subpolara Norðuratlantshavi (Labrador- og Irmingerhøvunum). Meiri er at lesa um OSNAP her.