Ferðafrásagnir til Føroya og Íslands evni á Hugvísundathing 2014
Kim Simonsen, ph.d. er nýliga settur í post.doc starv á University of Amsterdam í verkætlanini SPIN: Study Platform of Interlocking Nationalisms.
Í hesum døgum er hann við í íslendska Hugvísundathing 2014 í Reykjavík. Evnið í sessiónini, sum Kim Simonsen er við í saman við trimum íslendskum granskarum, er ferðandi til Føroyar og Íslands frá 1800-1900.
Kim Simonsen er eisini settur sum samskipari fyri eitt netverk, ið hevur fingið stuðul frá Kulturkontakt Plus, at arbeiða í 3 ár við ferðafrásagnum frá 1800-1900, ið fóru norðureftir.
Mikudagin 19. mars heldur Kim Simonsen fyrilestur um ferðandi og nýggja gransking um ferðafrásagnir á Reykjavíkur Akademían, ið er granskingarstovnur í Íslandi.
Meira kunning um evnið á fyrilestrinum og kunning um sjálvan fundin finst her www.akademia.is
Les meira um Kim Simonsen í Heilagrunninum