Ferð komin á nýggjan føroyskan vísindablogg
Fróðskaparfelagið hevur tikið upp nýggjan spennandi tátt á heimasíðu síni. Ein røð av fólki hevur játtað at blogga á síðuni, tað vil siga at skriva styttri greinar og hugleiðingar um ymiskt fakligt úr teirra verð. Fyrstu tríggir bloggarnir eru nú tøkir.
Felagið sigur í tíðindaskrivi um bakgrundina fyri bloggunum:
"Tíðirnar eru nógv broyttar síðan átta mætir menn eitt myrkt og kalt desemberkvøld fyri 59 árum síðani settu felagið á stovn, og í dag er samskiftið og samstarvið millum føroysk vísindafólk sum eitt snarljós, sum broytir skap og innihald dag undan degi. At “upplýsa alment um vísindalig viðurskifti”, sum tað eisini verður sagt í miðum felagsins, krevur sostatt heilt nýggja “miðling”, sum knýtir seg til nýggja talgilda tøkni, sum teir átta gomlu ongantíð høvdu kunnað droymt um. Og hóast vísindaligt útgávu- og fundarvirksemi helst ongantíð heilt verður avoldað, so er veruleikin tann, at alnetið við øllum sínum ídnu brúkarum og fjepparum er í ferð við at fara fram um øll hini í kappingini um at savna saman og býta út upplýsingar og hugskot, vitan og myndir. Og Fróðskaparfelagið tekur eyðsæð stóra skiftið í størsta álvara. Tí er tað fjølbroytta, heimliga vísindaumhvørvinum ein stórhending, at felagið nú setur fyrsta føroyska vísindabloggin á stovn. Serliga tað yngra ættarliðið av føroyskum granskarum hevur saknað ein vísindablogg, sum kann vera við til at skapa eitt opið, tvørfakligt kjak um alskyns evni, sum føroyingar granska og arbeiða við.
Fyrsta liðið av bloggarum – ein litríkur hópur av einstaklingum, sum gjarna vilja sleppa at siga sína meining og fortelja um sína “vísindaliga” vitan – er longu mannað og klárt at fara til verka! Vónandi fara øll at taka væl ímóti vísindablogginum, ið sjálvandi ikki einans er ætlað granskarum, men øllum við áhuga fyri forvitnisligum vísindaligum arbeiði og evnum.
Ein bloggur er, stutt sagt, ein stuttur og lutfalsliga lættur tekstur, sum í einum persónligum, hugleiðandi dámi viðger eitthvørt evni, ið hevur ein almennan áhuga. Bloggurin kann samanberast við eitt bræv. Øll eru vælkomin at skriva viðmerkingar til bloggar."
Les nýggju bloggarnar og meira um ætlanina við vísindablogginum á heimasíðuni hjá Fróðskaparfelagnum.
Eitt annað tiltak hjá felagnum er seinnapartstiltak kallað Glotti. Hetta tiltakið verður hildið á Føroaymálsdeildini umelið eina ferð um mánaðin. Tiltakið er fyri limir í felagnum. Tiltøkini verða kunngjørd við telduposti til limirnar, á heimasíðu felagsins og í kalendaranum á gransking.fo.
Til ber at fylgja við í, nær nýggir bloggar verða lagdir út og nær Glottar eru, við at gerast fjeppari av Facebook síðuni hjá Fróðskaparfelagnum.