EU FO JCM Meeting 2023
Skriva út
Lagt út: 29.11.2023

Felagsnevndarfundur um Horizon Europe luttøkuna

Felagsnevndarfundur millum ES-nevndina og Føroyar var í Brússel 27. november 2023. Hetta var næsti fundur sambært sáttmálanum um luttøku Føroya í samstarvsætlanunum Evropasamveldisins. ES-nevndin var vertur fyri fundinum, og Anne Haglund-Morrissey, varastjóri í aðalskrivstovuni fyri gransking og nýskapan hjá ES-nevndini, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, leiddu fundin í felag.

Føroyar hava síðan 2010 havt atlimaskap í evropeisku skráunum fyri gransking og nýskapan. Atlimaskapurin hevur framhaldandi stórt virði fyri granskingarumhvørvið í Føroyum og eisini fyri granskingarumhvørvið í og uttanfyri Evropa. Evropasamveldið fegnast um føroyska áhugan at styrkja og víðka sambondini við Evropa og rósar góðu gongdini við føroysku luttøkuni í Horizon Europe. Føroyar vístu á týdningin av luttøkuni fyri at  menna føroyska granskingar- og nýskapanarumhvørvið og tryggja góðsku og sambond við altjóða granskarar og stovnar.

Á fundinum samtykti felagsnevndin starvsskipan, sum er ásett í grein 14(3) í sáttmálanum um luttøku í Horizon Europe. Starvsskipanin skal tryggja verksetan av sáttmálanum og er góðkend av ES-londunum tann 9. november 2023 (Council Decision (EU) 2023/2600). Fundarsamtyktin var saman við starvsskipanini almannakunngjørd í kunngerðablaðnum hjá Evropasamveldinum tann 20. november 2023.

Høvuðsevnini, sum fundurin viðgjørdi, fevndu um gongdina hjá báðum pørtum at menna granskingar- og nýskapanarøkini og um luttøkuna í Horizon Europe við serligum atliti til fígging, atgongd og tænastuveitingar. Felagsnevndarfundurin metti um støðuna higartil í mun til føroysku luttøkuna í Horizon Europe. Til umrøðu vóru eisini føroysk átøk at seta í verk evropeiskar granskingar- og nýskapanarpolitikkir, umframt partar í Horizon Europe skránni, sum til dømis Widening actions og COST, Evropeisku Partaløgini og Missions. Harumframt vóru tænastur og átøk umrødd, sum kunnu eggja føroyskum stovnum at luttaka, soleiðis at Føroyar kunnu fáa sum mest burturúr atlimaskapinum.

Fundurin er við til at slóða fyri styrktum granskingar- og menningarsamstarvi millum Evropasamveldið og Føroyar.

Á myndini eru frá høgru: Gabor Peto, Signe Ratso, Katarzyna Zelichowska, Anne Haglund-Morrissey, Poul Geert Hansen, Elisabeth F. Rasmussen, Annika Sølvará, Anna E. Vidtfeldt.