FarGen Summit 2013 verður í september
FarGen setur aftur í ár altjóða ílegugransking á breddan í Føroyum við ráðstevnuni FarGen Summit 2013. Ráðstevnan verður 19. og 20. september á Hotel Føroyum.
Í 2008 byrjaði FarGen verkætlanin í smáum til tess at finna fram møguleikar fyri ílegugransking í Føroyum. Hetta var í einum tíðarskeiði, har tøkniliga menningin við lesing av ílegum tók dik á seg. FarGen menti seg her frá at hyggja at einstøkum sjúkum í Føroyum til at verða eitt heildarkonsept, sum hevur viðført stóran áhuga úti í heimi. Føroyska skipanin við THS, einum samanhangandi heilsugeira, ættarbandsskrá og einum karmi til arbeiðið við mannaílegum við Ílegulógini og Ílegusavninum, gevur Føroyum møguleikar fá onnur hava í samband við gransking og heilsuvitan á íleguøkinum - í eini tilgongd bæði at menna gransking og viðgerðarmøguleikar.
FarGen Summit 2013 vendir sær til granskarar og fakfólk í og uttanfyri Føroyar og setur ráðstevnan sjóneykuna á altjóða ílegugransking, føroyska gransking og arbeiðið við FarGen.
Longu nú kann FarGen avdúka, at av sterkastu føroysku og altjóða granskarum halda fyrilestrar á ráðstevnuni. Ein teirra er Dr. Maynard Olson
Maynard Olson er ein av týðandi persónunum á altjóða ílegugranskingarøkinum. Hann hevur havt ein avgerandi leiklut í menningini av fleiri háttaløgum og í at veruleikagera Human Genome Project, at ílegulesa fyrsta menniskja.
Av øðrum kunnu nevnast:
Gil McVean, University of Oxford, UK
James Lupski, Baylor College of Medicine, USA
Paul Flicek, European Bioinformatic Institute, UK
David Bentley, Illumina, UK
Ulrike Steurwald, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Pál Weihe, formaður fyri stýrisbólkin, FarGen
Guðrið Andorsdóttir, stjóri Ílegusavnið
Kári Rubek Nielsen, yvirlækni, Landssjúkrahúsið
Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari, FarGen