FarGen og EBI skipa fyri skeiði í bioinformatik
Sterki granskingarstovnurin European Bioinformatic Institute (EBI), sum er partur av Cambridge Genome Campus, heldur í døgunum 28 og 29 november í ár skeið í bioinformatik í samband við arbeiði við ílegum.
Skeiðið er partur av FarGen verkætlanini og liður í at førleikamenna fólk at arbeiða við ílegum.
Skeiðið verður í Veistluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Meira sæst um skeiðið her:
http://www.ebi.ac.uk/training/course/bioinformatics-roadshow-faroe-islands
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Boga Eliasen á tlf 304705 og tpost bogi@health.fo.
European Bioinformatic Institute, er ein akademiskur granskingarstovnur á Wellcome Trust Genome Campus í Cambridge. EBI er eisini partur av European Molecular Biology Laboratory (EMBL) og soleiðis ein av fimm ES elitugranskingarstovnum á íleguøkinum.