64d1a712611459dfd0f92f631d869753.jpg
Skriva út
Lagt út: 27.10.2013

FarGen í evropeiskum samstarvi

FarGen: ES-granskingarsamstarvið COST ynskir at fáa FarGen við í fýra ára verkætlanina CHIP ME. Hendan verkætlanin ásannar, at ílegutøknin um skamma stund verður atkomulig fyri vanliga borgaran.

Stig verða tí tikin til at savna viðkomandi førleikar, verkætlanir og áhugapartar á íleguøkinum til tess at menna vitan og mannagongdir um, hvussu samfeløg kunnu arbeiða við hesi avbjóðing.

Elia Stupka, stigtakari til CHIP ME, heitti á FarGen um at vera við í hesi verkætlan, tí FarGen longu hevur arbeitt við hesum evni í fleiri ár.

Føroyar eru ikki partur av COST samstarvinum, men eftir áheitan frá Stupka hevur danska skipanin útnevnt Boga Eliasen frá FarGen til varalim í Management Committee í CHIP ME verkætlanini.

CHIP ME er stytting fyri “Citizen’s Health through public-private Initiatives: Public health, Market and Ethical” perspectives. Les meira her

COST er ES-granskingarsamstarv, sum arbeiðir fyri at menna samstarv í evropeiskari gransking. Styttingin stendur fyri European Cooperation in Science and Technology. Sí www.cost.eu 

Mynd: Ólavur Frederiksen
Luttakarar á altjóða FarGen Summit ráðstevnuni í september