FakNet fyri Útbúgving, gransking og menning
Synergi hevur tikið stig til at gera eitt net av ymiskum fakbólkum, sum geva møguleika fyri fákligari menning og sparring. Fyribils eru fimm faknet stovnað, men fleiri eru ávegis.
Granskingarráðið hevur ráðgivið Synergi til stovnsetanina av fakbólkinum Útbúgving, gransking og menning.
Hetta faknetið er ætlað øllum, ið á einhvønn hátt fáast við, varða av og hava áhuga fyri útbúgving, gransking og menning. Faknetið er soleiðis ætlað granskarum, stovnsleiðarum innan granskingarheimin og hægri útbúgvingarstovnum. Privatar fyritøkur og virki, sum arbeiða við ella hava ætlanir um at arbeiða við at gagnnýta gransking til vinnulig endamál, ella sum á annan hátt vilja menna seg á hesum øki, eru eisini vælkomin. Harumframt almennir stovnar og ráð við granskingar- og menningarvirksemi, ella við áhuga í hesum.
Les meir um faknetið Útbúgving, gransking og menning her.
Les meir um Faknet her.