Færri umsóknir um granskingarstuðul enn áður
Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í gjár, vóru 26 umsóknir komnar inn. Tað er lægsta tal av umsóknum í nógv ár. Í 2015 komu 44 umsóknir inn og í 2014, sum var metár, komu 48 umsóknir.
Tað er ilt at siga, hvørjar orsøkirnar eru, til at umsóknartalið er lækkað. Tað kann hugsast, at nógvu játtanirnar úr Sjúkrakassagrunninum seinastu tvey árini hava mettað tørvin á heilsuøkinum nakað. Ein onnur orsøk kann vera, at kappingin hevur verið so hørð, at hugurin at royna seg í ár er minkaður.
13 kvinnur og 13 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Hetta er eitt javnari býti enn undanfarnu trý árini, tá væl fleiri kvinnur enn menn søktu.
Ein góður triðingur av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.
Umsóknir eru bæði frá granskarum í Føroyum og uttanlands. Hendan myndin er á leið tann sama sum undanfarin ár.
Treytin fyri at fáa stuðul úr Granskingargrunninum er, at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin skal hava tilknýti til føroyskar granskingarstovnar ella á annan hátt hava týdning í føroyskum høpi.
Umsóknirnar eru spjaddar á fimm av seks økjum, sum til ber at søkja á: Heilsa, Náttúra og náttúrutilfeingi, Matur, Mentan og Samfelag. Eingin umsókn er á økinum Tøkni í ár.
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknunum verður væntandi í mai. Svar verður latið í seinasta lagi 31. mai.
Granskingargrunnurin hevur góðar 6 milliónir kr. tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum. Søkt verður um tilsamans knappar 22 milliónir krónur.
Løgtingið játtaði eina millión kr. meira í Granskingargrunnin í 2016, sum er ætlað til vinnugranskingarverkætlanir. Enn er ikki greitt, nær umsóknarfreist verður til hesa skipan, men tað verður væntandi seinni í vár. Meira verður at frætta á gransking.fo um hetta.
Tilsamans eru 156 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann varð settur á stovn í 2002. Úr Sjúkrakassagrunninum eru 13 verkætlanir stuðlaðar seinastu tvey árini. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2015 sæst her