Faðirin at arvastronginum á ráðstevnu í Føroyum
Ein av fremstu vísindamonnunum í heiminum, Nobel-vinnarin James Watson, kemur til Føroya á FarGen-ráðstevnu í september
Í ár eru 60 ár liðin, síðan James Watson og Francis Crick gjørdust vísindaligar heimstjørnur við at finna fram skapið á DNA-stronginum. Hetta var byrjanin til ta ótrúliga vísindaliga framstig, heimurin hevur sæð á hesum øki, og sum verður hátíðarhildið kring heimin í ár.
James Watson og Francis Crick fingu heiðursløn Nobels í 1962 fyri slóðbrótandi avrikið, og James Watson hevur øll árini verið ein drívmegi á vísindaliga heimspallinum, m.a. sum ein av høvuðspersónunum í Human Genome Project, sum endaliga kortlegði arvastrongin. Hetta arbeiðið var liðugt í 2003.
Watson hevur í fleiri ár víst føroysku FarGen-verkætlanini áhuga og verður ein av høvuðsrøðarunum á altjóða ráðstevnuni FarGen Summit 2013, sum verður á Hotel Føroyum 19. og 20. september. Eisini har verður hátíðarhaldið, at 60 ár eru liðin, síðan arvastrongurin varð uppdagaður.
FarGen-verkætlanin varð sett í verk 2008. Hugskotið við henni er at kortleggja ílegurnar hjá øllum føroyingum, so skapt kann verða betri viðgerð og fyribyrging í føroysku heilsuverkinum. Føroysku úrslitini kunnu gerast sera áhugaverd millum altjóða granskarar, eins og vitjanin hjá Watson ber boð um.