Eykasýning av Almost Human
Ársins stóra granskingarveitsla, Vísindavøka, verður í Kongshøll fríggjadagin 24. september, og klokkan 16:30 verður eykasýning av frálíka filminum, Almost Human
Vísindavøka 2021 verður fríggjadagin 24. september við hópin av granskarafyrilestum allan dagin í Kongshøll, spennandi framsýningum uttan fyri Sjóvinnuhúsið og við rannsóknarskipinum, Jákupi Sverra, liggjandi við bryggju, har øll eru vælkomin umborð at hyggja.
Klokkan 16:30 verður listaligi vísindafilmurin, Almost Human, sýndur. Filmurin var á skránni mentanarnáttina, tá Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið í felag skipaðu fyri og bjóðaðu fólki í Kongshøll at síggja hann, og tá varð avgjørt, at frálíki filmurin hevði uppiborið at verða sýndur aftur á vísindavøkuni.
“Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi og viðger stór evni sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingar, uppruna heimsins, falskunning o.s.v.
Jeppe Rønde hevur leikstjórnað, Stephen Fry er frásagnarfólk og Carlsbergfondet hevur fíggjað filmin.
Mentanarnáttina hevði Firouz Gaini, granskari, innleiðslu áðrenn filmin, og vit hava fingið loyvi at almannakunngera hansara hugleiðingar:
Gott kvøld,
Um eina løtu fara vit at síggja ein film, "Almost Human", "næstan menniskja" ella "næstan menniskjaligur", sum er ein roynd at lýsa vísindi listaliga, men eisini øvugt, at brúka vísindi at lýsa heimin listaliga.
Eg fari ikki at ummæla filmin ella at avdúka ov nógv av innihaldinum nú, men einans at koma við nøkrum persónligum hugleiðingum.
"Almost Human" er eitt modernað listaverk, vil eg siga, ið fær okkum at hugsa um tað stóra í tí evarska lítla, og tað lítla í tí ómetaliga stóra. Tað, ið varir eitt splittsekund, og tað, ið ongantíð tykist at enda. Men alt sum partur av somu prosess.
Við eggjandi livandi myndum, meditativum tónleiki og eyðkendu røddini hjá Stephen Fry - sera "menniskjaligu" røddini hjá Stephen Fry –, ið er frásøgufólk, verður hyggjarin tikin við á ævintýrliga ferð, har ið ferðaleiðararnir eru kend vísindafólk. Tíggju granskarar og ein robottur. Ein vísindalig rapsodi, kundi man eisini kallað hesa verkætlanina.
Tá ið eg hevði sæð filmin fyrstu ferð, fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið. Sum antropologur – "anthropos" merkir jú eisini menniskja – hugsaði eg eisini nógv um, hvat filmurin fortelur okkum um menniskju: hvat ið vit stremba eftir at vita, at skilja, at forklára og at broyta. Granskarar, sum eisini kunnu sigast at umboða eitt serligt slag av menniskjum, ið hava eina serliga heimsfatan og missión, og eina serliga samfelagstign, royna við sínum vísindaligu amboðum og metodum at skapa vitan, neyva og álítandi vitan, ið kann hjálpa menniskjum at skapa góð og burðadygg samfeløg. At tryggja framtíðina, sum man á gerandismáli tekur til.
Og her er tøkni sjálvsagt eitt lyklaorð.
Heitið "Almost Human" er jú, sum tit kanska longu vita, ein tilsiping til robottarnar, sum koma fram kring allan heim. Robottar, sum líkjast menniskjum, og sum, sambært granskarum, skjótt fara at yvirhála menniskjuni – við øðrum orðum, at kunna taka menniskjuni av ræði. Hetta ljóðar kanska sum science fiction (og faktisk eitur ein science fiction-filmur tað sama: "Almost Human"), men hetta er ein spurningur, sum verður tikin í størsta álvara í vísindaliga umhvørvinum.
Fyri ikki at fara ov tætt at innihaldinum í filminum, sum vit nú fara at síggja, so kann eg venda aftur til antropologiina. Og ja, ein danskur antropologur er faktisk við í filminum.
Hvat annað fekk filmurin meg so at hugsa um? At vísindi í dag ofta er nakað, sum tykist fara fram aftan fyri stongdar dyr. Ítøkiligar og súmbolskar dyr. Tí vísindamálið er so fjart frá tí máli, ið vanlig fólk tala og skilja. Talgild fílabeinstorn skapa eina stóra frástøðu millum vísindaheimin og veruliga gerandislívið hjá fólki. Og "Almost Human" byggir eina brúgv millum hesi universini. Her tosa teoretikarar við orðum, ið vanlig fólk skilja. Filmurin er góð reklama fyri granskingarstovnar, hann setir vísindini í eitt gott ljós, men samstundis peikar hann, við estetiskum og listaligum snildum, á, at vit ofta mala í ringrás, at sjálvt fremstu vísindafólkini í heiminum stríðast við at skilja kompleksitetin í globaliseraða heimi okkara og sostatt hava ringt við at loysa stóru trupulleikarnar, ið standa fyri framman.
"Almost Human", "næstan menniskja" ella "næstan menniskjalig", vísir kanska til robottar, men hetta vísir eisini til eina spegling. Menniskju brúka robottarnar sum ikki-menniskju at spegla sær í. Tað vil siga, at "Almost Human" eisini snýr seg um at endurskoða okkara lýsingar av menniskjum í mun til nýggju tøknina, ið vit liva saman við.
Menniskju kunnu læra av robottum, og robottar kunnu læra av menniskjum, sigur ein granskari, ið bjóðar nýggja tøkniliga "grannanum" vælkomin. "Emotional Artifical Intelligence" ljóðar sum ein andsøgn, men tað er nakað, ið robott-granskarar arbeiða nógv við. Sum antropologur fær hetta meg at hugsa: Hvørjar raðfestingar hava vit í granskingarheiminum? Hvørja gransking hava vit mest tørv á her og nú? Og hvør er tað, sum er "Almost Human"? Er tað fólk flest, granskarar, robottar, teldur, djór ella onnur?
Filmurin "Almost Human" provokerar okkara tankar, skakar okkara heimsmyndir, og vísir á, at "ambivalensur" er ein týðandi táttur í søguni hjá menniskjum. Og, ikki minst, at menniskju eru ein heilt serligur, men ikki serliga týðandi leikari í stóru rembingunum í náttúruni og alheiminum. Ein rættiliga óskiljandi og forvirraður skapningur, kundi man argandi sagt. Rættiliga sjálvhátíðarligur og sjálvissur, hóast hann trilvandi leitar eftir meining í alheiminum. Havi hug at taka eitt brot úr kendu science fiction-komediuni, A Hitchhiker’s Guide to the Galaxy, fram her:
For instance, on the planet Earth, man had always assumed that he was more intelligent than dolphins because he had achieved so much — the wheel, New York, wars and so on — whilst all the dolphins had ever done was muck about in the water having a good time. But conversely, the dolphins had always believed that they were far more intelligent than man — for precisely the same reasons.
Tað stutta av tí langa er, at menniskju ikki longur eru í miðdeplinum. Tey eru minkað í vavi. Tey hava, til dømis við miseydnaðum royndum at pynta uppá syrgiliga veruleikan við sokallaðum falstíðindum ("fake news") ikki megnað at varðveitt sína optimismu viðvíkjandi vísindaligari og samfelagsligari menning. Í USA hava tey uppfunnið hugtakið "alternative facts", ið er ein veruleiki, sum ikki er veruleiki. Eitt annað undarligt hugtak er "parallellir sannleikar", sum skal vera nakað annað enn "vanligi" sannleikin.
So kanska, tá alt kemur til alt, skulu robottar til, áðrenn menniskju vinna sítt sjálvsálit aftur og fara at finna sær vegin út úr labyrintuni (til dømis á alnetinum) hjá Ariadne, sum tey tykjast vera vilst í.
Veruleikin er, at heimurin er í kreppu og hevur brúk fyri nýhugsan – eisini í gransking.
Vóni at tit fara at njóta filmin. Takk fyri.
Firouz Gaini