68736de9ffd616bd650cdd07f26be70d.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.11.2010

Eyjafjallajøkul gav nýggja vitan



14. apríl byrjaði eldgos og roykur at spríkja úr Eyjafjallajøkli. Umleið 1000 íslendingar vóru fluttir av økinum rundan um eldgosi og nærum øll flogferðsla í Europa var steðgað.

Myndugleikarnir roknaðu við einum útbroti, men tann nógva styrkin kom óvart á teir. Ein nýggj kanning, sum júst er almannakunngjørd í Nature, vísur, hví útbrotið var so ógvusligt. Vónandi kann nýggja vitanin í framtíðini vera við til at ávara um nær eitt útbrot er væntandi.

Tað er eitt altjóða granskingarlið undir leiðslu av Nordisk Vulkanologisk Center (NVC) í Íslandi, sum hevur staðið fyri kanningini.

Rikke Pedersen, leiðari á NVC, sigur at skipanin undir Eyjafjallajøkli er serstøk og øðrvísi enn aðrar vulkanir í Íslandi. Eldgosið hevur ikki eitt stórt rúm við grótbræðing djúpt niðri í fallinum, sum onnur virkin eldgos í Íslandi hava.

Við at brúka fylgisveinamátingar, GPS og seismometur hava granskararnir kortlagt hvussu eldgosi er broytt undir og áðrenn útbrotið í vár. Við støði í hesum mátingum eru innaru kanalirnar, sum føra glóðheitu grótbræðingina til yvirflatuna kortlagdar.

Mátinganar vístu at grótbræðing er pressað upp í fjallið og hevur spjatt seg út í ymiskar kanalir, heldur enn at savnast í einum stórum rúmi við grótbræðing.
- Tað sum hendi í apríl var, at grótbræðingin streymaði gjøgnum eitt øki, har eitt annað slag av grótbræðing lá, sum hevði eina øðrvísi evnafrøðiliga samanseting og ein annan hita.
Samanrenningin millum hesi sløgini av grótbræðing elvdi til ógvusliga útbrotið, greiðir Rikke Pedersen frá á Videnskab.dk

Hetta er fjórða og mest ógvusliga útbrotið á Eyjafjallajøkli síðan fólk settust niður í Íslandi.

Trupulleikin, við at grótbræðingin ikki savnast í einum stórum rúmi, er, at tað er nógv truplari at meta um nær eitt útbrot er væntandi. Tá grótbræðingin savnast á einum stað er tað lættari at máta á fjallinum, í mun til tá grótbræðingin verður pressað út í smærri kanalir.

Tey seinastu 18 árini hava granskarar mált smærri tilburður á Eyjafjallajøkli, og hava teir tí havt mistanka um, at eldgosi fór at gerast virki. Í 2009 settu granskararnir tí eyka útgerð upp á Eyjafjallajøkli, sum við størri neyvleika kundi fylgja við virkseminum.

-Nýggju kanningarnar vísa, at í tveimum tíðarskeiðum tey seinastu 18 árini hava smærri ristingar helst verið viðvirkandi til ógvusliga útbrotið í vár, sigur Rikke Pedersen.

Við støði í nýggju vitanini verður eisini roknað við, at tað verður lættari at ávara um útbrot ikki bara í Íslandi men eisini aðrastaðni í heimum.

Kelda: videnskab.dk
Mynd: Árni Friðriksson