Eydna smittar
Eydna er ikki einans knýtt at einstaklinginum, men er eitt kollektiv fyribrigdi. Tá tú ert eydnusom kann tað vera eitt hugskot at takka tínum vinum, ella teirra vinum, tí tað er møguligt, at tú ert smittað av teimum. Við øðrum orðum er tað ikki einans láturin hjá einum persóni, sum kann smitta, ið flest øll hava roynt, men eisini kenslan av eydnu hjá einum persóni.
Eydna er, sum kunnugt, ein subjektiv kensla, ið ávirkast av fleiri ymiskum viðurskiftum. Hartil er hon trupul at máta.
Í eini Amerikanskari kanning hava granskarar hugt eftir, hvussu kenslan av eydnu ikki einans ávirkar vinir, men eisini hvussu hon spjaðist, og í hvønn mun menniskju ávirkast av eydnuni hjá øðrum.
Eydna stavar ikki altíð frá tínum egnu upplivilsum, og kann enntá koma frá upplivilsinum hjá einum sum tú ikki kennir. Tað siga granskarar frá Harvard Medical School og University of Californina.
Umleið 5000 persónar hava svarað spurningum um, hvussu lukkulig tey eru, hvussu nøgd tey eru við lívið, og hvat tey halda um framtíðarvánirnar. Teir hava kannað hesar upplýsingarnar, sum eru savnaðir í tíðarskeiðinum 1983 - 2003.
Granskararnir halda uppá, at kenslan av eydnu hevur eina smittandi ávirkan og spjaðir seg í sosialum netverkum.
Eydnukenslan hjá einum einstøkum persóni kann, sambært granskarunum, elva til eina ketureaktión, ið ávirkar stór sosial netverk.
Granskararnir hava eisini lagt til merkis, at kenslan av óeydnusemi eisini spjaðist til onnur, men tó ikki í eins stóran mun sum kenslan av eydnu.
Eydna spjaðist út til triðja lið, og hartil hava granskararnir roknað sannlíkindini fyri, at tú verður smittaður av eydnukensluni hjá øðrum.
Í miðal økjast sannlíkindini fyri at gerast eydnusom við 9 prosentum fyri hvønn eydnusaman vin tú hevur; ímeðan ein óeydnusamur vinur, sambært kanningini, ávirkar eydnukensluna negativt í miðal við 7 prosentum.
Í tann mun tú verður ávirkað/ur er tengt at geografiskum tættleika, og hvussu tætt knýti er við persónin.
Granskararnir vísa eisini til aðrar kanningar, sum halda uppá, at tú ávirkast í størri mun av eydnu hjá vinum og teirra vinum, enn tú ávirkast av at fáa eitt bundi av peningaseðlum í hendurnar.
Les meir um kelduna sum søgan úr www.forskning.no byggir á her: http://www.bmj.com/cgi/content/full/337/dec04_2/a2338