a7119811101b0e3ae1fa82110f19ec81.jpg
Skriva út
Lagt út: 08.10.2014

Evropeiskur eftirlønargrunnur fyri granskarar


ES hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireika ein felags evropeiskan eftirlønargrunn fyri granskarar. Grunnurin er ein liður í arbeiðnum hjá ES fyri at fáa fleiri granskarar at flyta ímillum londini fyri at menna vitanarstøðið og harvið tryggja búskaparvøkstur í Evropa.

Eftirlønaruppsparing er ein forðing fyri, at granskarar vilja flyta í onnur lond at arbeiða í longri ella stytri tíð. Eftirlønarskipanirnar eru ógvuliga ymiskar í londunum, og ofta ber ikki til at varðveita inngjaldið til eftirlønarskipanina í heimlandinum. Tað ger, at eftirlønaruppsparingin verður minni, um granskarar hava arbeitt í fleiri ymiskum londum.

Fyri at vinna á hesum trupulleikanum hevur ES-nevndin tikið stig til at stovna eina felags evropeiska eftirlønarskipan, ið hevur fingið heitið RESAVER. Nýggja eftirlønarskipanin verður skraddaraseymað til granskingarstovnar og granskarar.

Í farnu viku varð eitt samtak við umboðum fyri sjey granskingarstovnar í Evropa sett á stovn, sum skal standa fyri nýggju evropeiska eftirlønarskipanini.

Tá samtakið varð skipað í farnu viku, segði ES-kommiserurin fyri gransking og nýskapan, Máire Geoghegan-Quinn:

"Vit hava arbeitt hart fyri at menna fría flyting av vitan í Evropa. Eftirlønir eru ein álvarslig forðing fyri fríari flyting, men í dag er fyrsta stigið tikið til at rudda hesa forðing burtur. Eg mæli staðiliga øllum granskingarstovnum í Evropa til at fara upp í samtakið."

Ætlanin er, at RESAVER fer at virka í 2015.

Føroyskir granskingarstovnar hava ikki møguleika fyri at vera við í RESAVER, tí føroysk lóggáva ásetir, at allir løntakarar í Føroyum skulu hava eina føroyska eftirlønarskipan.

Les meira um RESAVER her.