1dd9ba2475cf33a3bee293ea2ab83f05.JPG
Skriva út
Lagt út: 16.03.2016

Europeisk ætlan fyri granskingarinfrakervi løgd fram

European Strategy Forum on Research Infrastructures (ESFRI) kunngjørdi sína nýggju ætlan fyri íløgur og útbygging av granskingarinfrakervi í evropa á ráðstevnu í Amsterdam 10. mars. Talan er um frágreiðing, sum kallast Strategy Report on Research Infrastructures – Roadmap 2016.

ESFRI er eitt forum við umboðum fyri tey 27 ES-londini, atknýttu londini (m.a. Føroyar, Norra og Ísland) og ES-Kommissiónina, sum hevur til endamáls at stuðla stovnsetingini at størri fleirtjóða granskingarinfrakervum í Europa. ESFRI skal samstundis viðvirka í altjóða samráðingum um ítøkilig átøk á granskingarinfrakervisøkinum.

Eitt av amboðunum hjá ESFRI er at gera eina europeiska ætlan fyri granskingarinfrakervi, sum raðfestir týdningarmestu nýggju fleirtjóða samstørvini um granskingarinfrakervi. ESFRI legði fram sína fyrstu ætlan - roadmap - í 2006 og hevur síðani dagført hetta í 2008, 2010 og nú í 2016.

Í nýggju ætlanini hjá ESFRI eru 21 verkætlanir, harav 6 eru nýggjar í mun til undanfarnu ætlanirnar. Eisini eru 29 sokallaði ”landmarks”, sum eru væleydnaðar verkætlanir frá undanfarnur ætlanum, sum í dag eru við at verða sett í verk ella eru sett í verk.

ESFRI ætlanin kann lesast her