EURAXESS portalurin verður latin upp
EURAXESS portalurin verður latin upp í morgin hósdagin 19. desember kl. 9.30 á einum tíðindafundi í Kaffihúsinum, ið Granskingarráðið skipar fyri.
Endamálið við EURAXESS portalinum er at gera tað lættari hjá útlendskum granskarum at koma til Føroya og hjá føroyskum granskarum at fara út í heim at nema sær nýggjar førleikar.
Portalurin veitir eina røð av upplýsingum og tænastum til granskarar, sum ynskja at flyta millum lond fyri at menna teirra starvsleið.
Euraxess er eitt evropeiskt átak, sum hevur umleið 200 tænastudeplar í 38 londum í Evropa.
Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið standa fyri EURAXESS-tænastuni í Føroyum.