EURAXESS portalurin er nú opin
Føroyski EURAXESS portalurin – euraxess.fo - varð latin upp á einum tíðindafundi fyrrapartin, ið Granskingarráðið skipaði fyri.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, beyð vælkomin og greiddi frá endamálinum við EURAXESS-skipanini.
EURAXESS er eitt av amboðunum hjá ES fyri at styrkja granskingina í Evropa. EURAXESS skal gera tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond at granska. Eitt annað amboð er stuðulsskipanin Marie S. Curie, ið veitir stuðul til granskarar, sum fara í onnur lond at granska.
EURAXESS er ein partur av ES-granskingarskránni FP7, ið 1. januar verður til Horizon 2020. Øll londini, ið eru við í granskingarsamstarvinum, hava sett á stovn EURAXESS-tænastur, ið kunna og leiðbeina granskarum, ið flyta í onnur lond at granska.
Føroyar hava fingið 900.000 kr. frá ES til at byggja upp eina EURAXESS-tænastu. Hetta arbeiðið byrjaði 1. februar og er ætlað at taka tvey ár.
Fyrstu tíðina varð arbeitt við at kanna tørvin hjá føroyskum granskingarstovnum fyri at fáa útlendskar granskarar hendanvegin og hjá útlendskum granskarum í Føroyum fyri at fáa betri kunning um at flyta til og búgva og arbeiða í Føroyum. Tørvurin fyri eini kunningartænastu vísti seg at vera stórur, tí kunnleikin til føroyska gransking er lítil og eingin úti í heimi, og útlendsku granskararnir, sum hava funnið veg hendanvegin, hava trupult við at finna útav, hvussu føroyska samfelagið er innrættað.
Flestu granskingarstovnar hava áhuga í at fáa fleiri útlendskar granskarar hendanvegin, tí teir geva eitt gott íblástur til granskingarumhvørvið og draga virðismikla vitan og netverk við sær. Á EURAXESS- portalinum ber til hjá føroyskum granskingarstovnum at leggja starvslýsingar út ókeypis, sum røkka í hvønn krók í Evropa. Og føroyskir granskarar, ið hava hug at nema sær nýggjar førleikar úti í Evropa, fáa eisini beinleiðis atgongd til øll granskarastørv gjøgnum portalin.
Føroyski EURAXESS-portalurin, ið er bæði á enskum og føroyskum, hevur upplýsingar um m.a. innferðartreytir, at flyta, at finna bústað, arbeiðstreytir, skatt, málskeið, heilsutrygd og sosiala trygd. Eisini eru almennir upplýsingar um Føroyar, upplýsingar um føroyska gransking og fígging til granskingarverkætlanir. Og praktiskir upplýsingar eru eisini til føroyskar granskarar, ið hava hug at fara til onnur lond at granska eina tíð.
Føroyska EURAXESS-tænastan hevur tveir tænastudeplar, ið skulu svara fyrispurningum frá granskarum. Annar er á Granskingarráðnum og hin á Fróðskaparsetrinum. Eisini eru EURAXESS-kontaktfólk á flestu granskingarstovnum og øðrum stovnum eisini, ið eru til reiðar at svara spurningum um teirra øki.
Seinna árið av EURAXESS-verkætlanini skal brúkast til at marknaðarføra skipanina og Føroyar sum granskingarland og svara teimum fyrispurningum, ið vónandi koma frá granskarum, ið fáa hug at koma til Føroya at granska.
Dagmar Joensen-Næs stendur fyri arbeiðnum at byggja upp EURAXESS-tænastuna í Føroyum. Ctrl Sp/f við Poul Laust Christiansen hevur staðið fyri tí tøkniliga arbeiðinum.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði í røðu á tíðindafundinum fyrrapartin, tá EURAXESS-portalurin varð tikin í brúk, at tað er umráðandi hjá okkum at duga at taka væl ímóti útlendingum, og at arbeitt eigur at vera fyri at fáa eina skipan, ið ger tað eins lætt hjá granskarum at flyta til Føroya sum hjá læknum og ítróttarfólki.
Les alla røðuna hjá Johan Dahl her.