EURAXESS á bussferð gjøgnum Evropa
Um ein mánað fer EURAXESS á eina bussferð til 22 lond í Evropa. Endamálið við ferðini er at vekja áhuga serliga millum ungar granskarar í Evropa fyri at flyta millum lond at granska og vísa á, hvønn stuðul EURAXESS-deplarnir kunnu veita í hesum sambandi.
Hóast Føroyar nú eru við í EURAXESS-samstarvinum, so kemur bussurin ikki hendavegin hesuferð. Men føroyingar, ið eru staddir í Keypmannahavn, kunnu vitja EURAXESS-bussin tann 11. mars, tá hann fer at standa uttanfyri Universitetið í Nørregade í Keypmannahavn.
Við bussinum verða umboð fyri høvuðssætið hjá EURAXESS í Bruxelles og umboð fyri lokalu EURAXESS-deplarnar. Høvi verður at spyrja um stuðulsmøguleikar og praktisk viðurskifti í sambandi við at flyta millum lond at granska.
EURAXESS-bussurin fer frá Berlaymont bygninginum í Bruxelles tann 4. februar. Leiðin gongur til 29 býir í 22 londum. Bussurin verður heima aftur í Bruxelles tann 30. Apríl.