EU-Information júst útkomið
Forsknings- og Innovationsstyrelsen hevur júst útgivið EU-information nr. 2, apríl 2010.
Í blaðnum verður kunnað um viðurskifti, ið hava við ES-fíggjaða gransking at gera. Í hesum blaðnum kanst tú eitt nú lesa, um hvussu tað gongur við danskari luttøku í FP7, hvørjar ætlanir stjórin í biotøkni fyritøkuni Exiquon hevur fyri teirra luttøku í granskingarsamstarvinum. Harafturat kanst tú lesa um tiltøk, sum ES hevur sett í verk fyri at gera umsóknar- og metingar mannagongdirnar einfaldari og um leiklutin hjá dønum í mun til at geva út av europeiskum granskingarpeningi.
Les blaðið her.