ES umboðskvinna sær stórar møguleikar fyri samstarvi við Føroyar
Føroyar fáa nógv burtur úr samstarvinum við ES, men enn eru fleiri stórir møguleikar, ið kunnu troytast. Serliga eru tað skipanir sum Erasmus+ og Creative Europe, sum Føroyar kunnu fáa stórt gagn av.
Tað heldur Clara Ganslandt, ið er serkøn umboðskvinna hjá ES í arktiskum viðurskiftum. Hon er í løtuni á vitjan í Føroyum og hevur m.a. havt fund við Granskingarráðið um samstarvið við ES.
Clara Ganslandt fekk á fundinum í Granskingarráðnum eina nágreiniliga kunning um ES-verkætlanir, ið føroyskir granskarar og nýskaparar luttaka í, og um hvørjar møguleikar og avbjóðingar liggja í granskingarsamstarvinum millum Føroyar og ES.
Umboðskvinnan var sera áhugað í at virka fyri at menna samstarvið, serliga á arktiska økinum. Hon helt eisini, at Føroyar eiga at gera sítt til at víðka samstarvið til eisini at fevna um serliga Erasmus+, sum er ein stuðulsskipan fyri útbúgvingarsamstarv.
Nýggja samstarvsavtalan millum Føroyar og ES gevur møguleika fyri atlimaskapi í Erasmus+, men ávísar treytir skulu lúkast fyrst. Góðkenningar og avtalur skulu fáast uppá pláss, og ein tjóðarskrivstova, sum umsitur limaskapin, skal setast á stovn.
Luttøka í Erasmus+ kann vera við til at byggja upp netverk, ið gera tað lættari hjá føroyskum granskarum at koma við í Horizon verkætlanir hjá ES.
Á myndini frá vinstu: Maria Húsgarð, Clara Ganslandt og Dagmar Joensen-Næs